Hesi orðini eigur Steintór Rasmussen, sum í kvøld er gestur á Hvonn Live sendingini hjá Rás2. Steintór Rasmussen greiður frá hvussu týdningarmikið tað er, at gera tað man ætlar skjótast, ístaðin fyri at drála.
Í samrøðu við Mirjam Pætursdóttir hjá Rás2 greiður Steintór frá um nýggja sangin, sum snýr seg um ein persón, sum einans hevur eitt ár eftir at liva í.
Í hesum frálíka sangi hugleiðir Steintór um hvørjar tankar ein fær, um ein brádliga fær at vita, at einans eitt ár er eftir at liva í.
-Onkuntíð fær man kensluna av, at summir føroyingar liva sum um, at teir blíva 150 ár. Men vit vita, at tað gongur skjótt, og tí er umráðandi ikki at drála við avgerðum, ella við tí, sum man fegin vil uppnáa í lívinum, sigur Steintór Rasmussen við Rás2.
Hesin sangur er partur av nýggju fløguni, Valla Foldum Á, sum kemur út í næstum.
Steintór Rasmussen hevur í fleiri áratíggju givið fløgur út við Frændum og Millum Frændur. Steintór Rasmussen staðfestir, at tað nú var ógvuliga natúrligt at geva út eina fløgu út í egnum navni, tí hvørki Rani Nolsøe ella Eyðun Nolsøe hava verið partur av hesari fløguni.
Spurdur um hetta var eitt signal um, at samstarvið í Frændum er ein farin tíð, staðfestir Steintór Rasmussen, at einki signal er í hesum, tí hann hevur trivist væl í Frændum, og er sera takksamur fyri tey mongu løgini, sum hann hevur skrivað gjøgnum árini.