Um tað var framligheitin og støddin á valplakatum, sum var avgerandi, so vórðu annaðhvørt Hanus Samró ella Heðin Mortensen valdur til løgmann
Nú eru nøkur ár síðani, at egoisman tók ræðið á valstríðnum – í øllum førum tí valstríðið, sum er á gøtunum við valplakatum.
Í gomlum døgum var tað eitt felagsprojekt hjá einum flokki at heingja upp valplakatir, har fólk vórðu eggjað til at velja ein ávísan flokk. Summir dugdu betur enn aðrir at gera plakatir, sum fólk tímdu at hyggja at og smílast at. Eyðkendar vóru plakatirnar, sum hingu á Sparikassagarðinum í Havn.
Vert er eisini at hava í huga, at allar valplakatirnar vórðu hongdar upp náttina fyri valdagin – og ikki sum í dag fleiri vikur undan valinum, og langt áðrenn veljarin hevur hóming av, hvat valið fer at snúgva um, tí flokkarnir ikki eru klárir við sínum valskráum.
Men síðani aldarskiftið hevur egoisman fullkomiliga tikið yvir, og nú eru bara grænar hjá valevnum at síggja við onkrum meira ella minni óviðkomandi politiskum boðskapi. Tað týdningarmesta hjá valevnunum er – eftir øllum at døma – at júst tey síggjast.
Fara vit aftur um aldarskiftið, so vóru tað bara tey mest framligu, sum hongdu seg sjálvan upp. Hjá teimum mest framligu í dag snýr tað seg um at gera so stórar plakatir, sum gjørligt. Hevði undirtøkan verið eftir plakatstøddum, so skuldu annaðhvørt Hanus Samró ella Heðin Mortensen verið verið løgmaður.










