Fyri jól gav Monika Stauss Joensen í Leirvík út bók, sum hon kallaði “Edelweiss og sólarkaffi – eitt sindur av hvørjum úr Sveis og úr Føroyum”. Í bókini viðger Monika ymisk evni, sum hoyra til árstíðirnar, og komandi tíðina fara vit at taka onkur av hesum evnum upp her í Vikuskifti – til dømis um at vera útlendingur í Føroyum, um dagliga vælveru og annað.
Hesaferð er evnið lagnur. Monika Stauss Joensen greiðir soleiðis frá um hetta evnið:
- Liva vit nóg leingi, koma flest øll út fyri ymiskum, sum vit helst vildu verið fyriuttan. Men soleiðis er lívið, og vit fáa ikki gjørt nógv við tað. Summi verða harðari rakt enn onnur, og onkuntíð skilja vit ikki, hví summi fólk skulu so nógv ígjøgnum, og tey verða ikki spard fyri nakað. Tosa vit um lagnir, hevði eg gjørt mun millum hendingar, sum eru forbígangandi, og tær óvæntaðu, sum kollvelta okkara lívfullkomuliga, sigur Monika Stauss Joensen.
Monika greiðir frá, hvussu ein lívsbroytandi hending kann raka fólk ymiskt.
- Í bókini nerti eg við ymiskt, sum hendi í okkara lítlari familju í Sveis, men hugsi eg til dømis um, tá ið pápa mín heilt óvæntað doyði 79 ára gamal. Tá føldist tað, sum systur mín og eg uppá ein ella annan hátt ikki mistu sama persónin í lívinum. Knappliga varnaðist eg, at eg og systur mín Andrea, sum vanliga kunnu tosa um alt, ikki upplivdu støðuna á sama hátt. Eg kundi ikki tosa við hana um saknin, sum eg kendi í mínum lívi, tá pápi mín var farin.
- Fyri hana var pápi tann persónurin, sum ein pápi nú einaferð er, og hon misti ein nærlagdan, kærleiksfullan pápa. Tað gjørdi eg jú eisini, men í mínum lívi misti eg eisini eina keldu, sum eg altíð kundi venda meg til, tá ið á stóð. Eg kundi ringja til hansara og fáa góð ráð, hann skilti meg altíð, og vit kundu eisini tvætla og flenna saman. Tað vísti mær, at sama hending kann raka ymiska persónar á ymsan hátt, sigur Monika Stauss Joensen.
Systkinabarnið doyði
Mammubeiggi Moniku doyði í ungum aldri, og hon upplivdi eisini at missa eitt systkinabarn, ið doyði 18 ára gomul í einum ferðsluóhappi.
- Eg var fýra ár eldri enn Doris, sum var eitt av mínum fýra systkinabørnum. Hon doyði í einum fersluóhappi á veg í skúla. Vinkona hennara hevði júst tikið koyrikort og slapp dagin eftir at lána bilin hjá pápa sínum og at koyra í skúla. Um náttina kom nógvur kavi niður. Tá ið teir møttu einum stórum lastbili, gjørdust hon bangin. Óroynd, sum hon var at koyra í kava, høgdi hon bremsurnar í. Bilurin fór á glið, og lastbilurin rendi í síðuna, har Doris sat. Hon doyði bert nakrar tímar eftir, 18 ára gomul.
- Tá høvdu fólk ikki fartelefonir, og tá eg kom úr skúlanum, skilti eg beinavegin, at okkurt ræðuligt var hent. Í fyrsta umfari kláraði eingin at gráta – øll vóru púra sjokkerað og sum fryst í seg sjálvi. Onkusvegna var tað sum um man bert bíðaði, at onkur kom at fortelja, at tað als ikki passaði. Til jarðaferðina var eg biðin at spæla, og so kundi eg standa uppi hjá orglinum og eygleiða alt, sum gekk fyri seg. Doris var forlovað, og hóast sjeikur als ikki vildi til jarðarferðina, so kom hann alíkavæl. Eg síggi enn fyri mær, hvussu tey stuðlaðu hann undir báðum ørmunum og mest sum sleipaðu hann eftir gólvinum, tí beinini orkaðu ikki at bera hann. Eg kláraði at halda mær og spældi, men tá ið tey seinastu vóru farin út eftir jarðarferðina, setti eg meg niður at gráta. Hetta er veruliga nakað, sum eingin kann skilja, hví tað hendir, og vit fáa aldrin svar um, hví tað hendi, sigur Monika Stauss Joensen.
Trygg barnaár
Í Edelwiess-bókini fáa lesararnir hóming av, at barndómurin hjá Moniku í Sveis var tryggur og góður.
- Lívið er nú einaferð ikki bert ein dansur á rósum. Faktist gjørdist eg sjálv eitt sindur undrandi, tá ið eg í sambandi við bókina kannaði míni familjuviðuskifti nærri. Har er ymiskt syrgiligt og eisini tragiskt hent, men alíkavæl føldi eg tað altíð, sum at vit vóru spard fyri so nógv og høvdu tað trygt og gott, sigur Monika Stauss Joensen.
- Eru hendingar, saknur, vónbrot og missur, so er helst ógvuliga umráðandi, hvussu tú megnar at koma víðari í lívinum. Tú mást vera erligur, ikki fortrongja nakað og taka tær ta tíð, sum tú hevur brúk fyri at syrgja, sleppa og koma ígjøgnum tað, sum er hent. Ella mást tú finna tín persónliga máta at liva við tí, sum er hent, sigur hon.
Her á síðunum prenta vit ymiskt, sum var í bókini hjá Moniku.