- Summi halda meg vera svaka

Nakrir føroyskir búnar skilja seg meira frá mongdini enn aðrir. Ein teirra er ljósareyði búnin hjá Rannvá Álaberg av Argjum.

Vakurt er at ganga á Havnargøtum hesar ólavsøkudagar at síggja so mong íklædd føroysk klæði. Summi hava tó gjørt eitt sindur meira burturúr og seta eitt sindur av eyka dámi yvir hátíðina.

- Eg havi sjálv gjørt búnan hjá mær. Troyggjuna havi eg bundið, meðan fyrriklæði havi eg broderað. So tað eru nógvir roknitímar, sum eru farnir til at binda, sigur Rannvá, ið hevur lisið til klædnaástøðing, flennandi.

- Pink er mín yndislitur, og so hugsaði eg, at sjálvandi skal búnin vera pink. Eg bleiv liðug við búnan í fjør, so hetta er onnur ólavsøkan, eg eri í honum, sigur Rannvá, ið var farin oman á Vaglið fyrr í dag saman við sjeikinum, Oddur Eliasen, og soninum, Tóri.

Tá man hevur ein búna, sum skilir seg eitt sindur burturúr, so slepst ikki undan, at fólk hyggja eina ferð eyka.

- Mong flenna, onnur teska, meðan uppaftur onnur halda tað vera kul. Summi halda meg vera svaka, men tað leggi eg satt at siga onki í, sigur hon og leggur aftrat,

- Eg kann altíð binda mær ein nýggjan búna, so eg gangi í honum so leingi, sum hugurin verður til hann.

Sjeikurin hjá Rannvá, Oddur Eliasen úr Fuglafirði, eigur ikki føroyska búnan enn.

- Eg savni saman. Næsta ár ætli eg mær á ólavsøku í føroyskum klæðum, sigur Oddur.

Spurdur um tey eisini skulu vera ljósareyð, er Oddur avgjørdur.

- Nei, tað verða tey ikki. Tey skulu bara vera vanlig, sigur Oddur at enda.