Ofta verður tikið til, at øll skulu vera líka fyri lógini og at mannamunur ongantíð eigur at verða gjørdur. Hetta eru eisini vís orð, sum kunnu vera sera nyttug og gagnlig, verður eisini gjørt eftir teimum. Orð hava tað við at vera eitt sindur tómlig, um ikki gerðir liggja aftanfyri eisini. Onkur, ið dugir væl at hugsa, hevur so aftur spælt sær við hesi vendingini um, at »øll skulu vera líka«, og burtur úr tí er so komin ein onnur vending um, at »summi eru meira líka enn onnur…«
Soleiðis hevur tað eisini sæð út síðstu vikurnar, nú alsamt fleiri hondbóltsfeløg eru farin at tosa um, at nú skulu bestu deildirnar hjá kvinnum og monnum víðkast, so ikki verður neyðugt við nakrari niðurflyting í ár. Hetta ljóðar óivað skilagott í mongum oyrum, men verður hugt eitt sindur aftur um tað, ið hesir tankar botna í, gongur sjón fyri søgn, at ein og hvør er sær sjálvum næstur.
Fólk hava lovprísað landskappingini hjá monnunum, tí nú var hon blivin so spennandi, sum hon kanska ongantíð fyrr hevur verið tað. Ikki færri enn fimm lið kunnu koma í FM-finaluna ímóti Neistanum, sum hevur flogið væl hægri enn øll hini, og – ups, so er tað líka eitt aftrat: Tað ber jú eisini til, at okkurt av hesum fimm liðunum ikki bara endar uttan fyri finaluna, men enntá uttan fyri bestu deildina!
Tað er nokk so undrunarvert, at hesir tankar nú brádliga skuldu gerast so átroðkandi, tí tá tað fyrst í kappingini bara var KÍF, sum sá út til at vera í niðurflytingarvanda, var tað ikki ein kjaftur, ið segði eitt orð um at umskipa kappingina. Men so skjótt sum tað snúði seg um, at møguliga VÍF ella Kyndil kundi flyta niður, og kanska eisini, at bæði hoyvíkingar og strandingar vóru í sama vanda, so mátti okkurt álvarsligt gerast – og tað skjótt eisini…
Nakað tað sama hevur støðan verið í kvinnukappingini, har tað jú hevur verið VB, ið hevur verið í vanda. Tað hevur VB verið alt kappingarárið, so tað er einki nýtt, men fyri tað hevur eingin fyrr sagt eitt orð um, hvussu umráðandi tað er, at »hondbóltsfamiljan ikki má minka« og alt hetta blabbið, feløgini nú brádliga koma fram við – bara tí tað brennir undir reyvini á teimum sjálvum!
Óivað kann tað vera skilagott at hava sjey ella átta lið í teimum bestu deildunum, men tað var nú stuttligt, at so mong feløg skuldu vera so samd, at tey máttu fundast mitt í viku fyri at fáa sent hesa góðu áheitan. Nógv kann sigast um tað, men fyrst og fremst er hetta ein dupultmoralur, ið veruliga vil nakað!