Helena Dam á Neystabø
Sjálvstýrisflokkurin
??????????????????????
Eivind Jacobsen skuldi verið tann seinasti til at tosað um moral.
Hvar er hansara moralur, tá ið tað ræður um at røkja áhugamál borgarans. Hvar er hjarta hansara fyri teimum gomlu. Í tveimum lesarabrøvum á rað ger bygdaráðsformaðurin á Strondum nógv burturúr, at tað eru kommunurnar einsamallar, sum rinda allar útreiðslur í sambandi við eldrasambýlini. Um so var, skuldi ein væntað, at í øllum førum Sjóvar Kommuna gekk á odda viðvíkjandi eldrasambýlum.
Men so er ikki.
Fyri tað fyrsta hevur hann tikið Sjóvar Kommunu burturúr sambýlinum, sum undangongumenn hansara vóru við til at byggja upp saman við m.a. Skála kommunu. Við tí úrsliti, at nú hava tey gomlu á Strondum onki eldrasambýli longur, einki tilboð. Og tá ið Skála og Runavík hava lagt saman, so verða strandingar helst við sviðu soð. Tað má sigast at vera flott ? samstundis sum sami maður slær út til høgru og vinstru við skuldsetingum móti Sjálvstýrisflokkinum, at vit hava ikki gjørt nóg mikið fyri tey gomlu.
Fyri tað næsta veit Eivind Jacobsen fullvæl, at kommunurnar rinda ikki einsamallar allan raksturin av eldrasambýlunum. Starvsfólkið, ið starvast á eldrasambýlunum allan dagin fram til á kvøldi fær sína løn frá landinum. Og hon er teimum væl unt, tí tey gera eitt megnar arbeiði, eins væl og nógvar kommunur kring landið gera eitt gott arbeiði á teirra eldrasambýlum.
Leggi ikki í at gera viðmerkingar til, hvat Eivind Jacobsen í lesarabrøvum heldur um mín persón, eg kenni ikki mannin, men muran tykist ikki góð.
300 milliónir krónur meira
? til almanna og heilsuverkið seinastu 3 árini , og vit gevast ikki á hondum.
Tað er ein sannroynd, at játtanirnar til almanna- og heilsuverkið ? og tað er millum annað játtanirnar til eldraøkið, til fólkapensjón o.s.fr. eru nógv hækkaðar, meðan Sjálvstýrisflokkurin hevur umsitið hetta málsøki. Síðani 1997 eru játtanirnar til almenna- og heilsuverkið øktar við meiri enn 300 milliónum krónum.
Í ár 2001 fáa føroyskir pensjonistar útgoldið 150 milliónir krónur meira í pensjón enn í 1997. Og aðrar 150 milliónir krónur verða nýttar til at betra um á nógvum økjum innan bæði almanna- og heilsuverkið. So her er als ikki talan um tóm orð.
Men enn eru vit ikki komin á mál. Til tess hevur tíðin snøgt sagt verið ov stutt og upptakið ov stórt. Bæði innan heilsuverkið og innan almennaverkið eru framvegis stórar uppgávur at loysa. Bíðilistar skulu burtur, viðgerðartilboðini skulu vera fleiri og bústaðartilboð skulu útvegast til tey, sum ikki megna hesa uppgávu sjálv. Tíverri megnar eingin at gera hetta eftir einum degi.
Men eg kann vissa sambandsflokkin ? bæði Atla Hansen og Finnleif Guttesen og onnur um, at vit fara framhaldandi at vísa í verki, at hjá Sjálvstýrisflokkurin hanga vælferð og sjálvstýri óloysiliga saman. Sambandsmenn ákæra okkum fyri at prioritera sjálvstýri fram um vælferð. Hetta er ein tóm ákæra, ið bert verður sett fram til tess at fjala út yvir, at hjá Sambandsflokkinum lá tað ongantíð fyri at gera tað, sum gerast skuldi fyri tey gomlu.
200 nýggj røktarheimspláss tey næstu árini
Vit eru farin undir at bøta um tann tørv, sum hevur hópað seg upp gjøgnum mong mong ár. Men tað tekur tíð. Og sum eg segði í mínari viðmerking til tíðindini hjá Degi og viku um røktarheimstørvin.
Nú er tørnið komið til at byggja røktarheim í Føroyum.
Tað fyrsta er longu samtykt, og tað skal vera í Sundalagnum. Harnæst skulu vit útvega í minsta lagi 200 nýggja røktarheimspláss tey næstu árini. Íløgan skal fremjast í samstarvi millum land og kommunu. Og tað er ein treyt, at vit semjast um at raðfesta hesar íløgur fram um aðrar skínandi íløgur í m.a. samferðslu.
Og til Finnleif Guttesen, sum ákærir Sjálvstýrisflokkin fyri ikki at hava gjørt nóg mikið fyri Suðuroynna. Suðuroyggin er ikki bara ein oyggj, har býr eisini fólk, og vit hava so sanniliga gjørt nakað fyri fólkið og fyri pensjonistarnar, sum búgva í Suðuroynni, men tað hevur kanska minni at siga fyri borgarstjóran á Tvøroyri.