Summarveitsla á Virkni

Allan fríggjadagin hugnaðu tey menningartarnaðu og starvfólkini á Virkni í Havn sær í góðveðrinum

Vanligar dagar møta teir umleið 30 menningartarnaðu borgararnir á Virkni til arbeiðis ella eisini at verða ment sansaliga og rørsluliga. Tey framleiða ymist, leggja klæðir saman og rudda inni og úti.
Men fríggjadagurin var ikki arbeiðsdagur. Dagurin var veitsludagur burturav.
Dagurin byrjaði við kaffi og onkrum søtum afturvið, og seinnapartin vóru tey øll saman við starvsfólkunum úti og grillaðu búffar og pylsur, og tey fingu eisini pylsubreyð.
Tey høvdu snollað seg upp til henda árliga veitsludagin.
Virkni er ein stovnur fyri sálarliga menningartarnað fólk. Tey búgva ikki á stovninum. Virkni á Berjabrekku 2 er teirra arbeiðspláss.
Umleið 30 borgarar eru har, og starvfólkini eru 13.