Fríggjadagin 5. august, verður framførsla í Vágs Kirkju kl 18.00, við Eli Tausen á Lava, klaver, elektronikkur. Hansara tónleikur vísur, at hann virðismetur tað stilla og tað einfalda. Á Summartónum 2022 fer Eli Tausen á Lava at framføra tónleik úr aðru tónleikaútgávu síni, har hann granskar tónleikaligu minimalismuna. Konsertin er ókeypis.
Seinasta konsertin í Vági verður á Hotel Bakkanum leygardagin 10. september kl 15.00. Har framføra Thomas Loefke, harpa, og Kristian Blak, klaver.
Summartónar byrjaðu í mai og enda í september. Tað er felagið Føroysk Tónaskøld FFT, við Kristian Black á odda, sum stendur fyri Summartónum.