26 Juli verður skipa fyri einum frískligum summartiltaki í Klaksvíksgarðinum í Klaksvík.
Ætlanin er, millum annað, at tiltakið skal verða eitt samansjóðandi tiltak fyri handilslívið og teimum mentanarligu tilboðunum, í økinum.
Allir handlarnir fara at hava opið, og umframt tann góða tónleikin í Klaksvíksgarðinum, verður Fornminnisavnið opið. Í Leikalund kemur Edward Fuglø at vísa fram nýggjar myndir, ið hann hevur tekna í samband við eina nýggja Føroyska barnabók.
Tað er tað nýstovnaða tónleikafelagið í Klaksvík, við Karl Martin Samuelsen á odda, ið er ein av samstarvspartnarunum aftanfyri tiltakið, og sum eisini kemur at standa fyri undirhaldinum.
-Hetta er eitt tiltak millum vinnuna og mentanina í økinum, sigur Karl Martin, og leggur afturat at stig varð tikið til tiltakið fyri at skapa meira lív í hesum partinum av býnum, so at fólk steðga meira á her, og ikki bert koyra framvið.
Jógvan Andrias Joensen, ið regluliga skipar fyri tiltøkum í Spaniastovu hjá Norðoya Fornminnisavnið, sum eisini liggur í økinum, er ein av stigtakarunum aftanfyri tiltakið.
- Eg havi leingi práta við allar handlarnar í økinum, um saman at skipa fyri onkrum her úti, og nú er so avgjørt, at tiltakið verður 26 juli, sigur Jógvan Andrias.
Klaksvíkar Kommuna verður við á tiltakinum, og hevur játta peningaligan stuðul til tess.
- Hetta er fyrstu fer at farið verður undir hetta tiltak, og um hetta eydnast væl, er ætlanin at tað skal verða eitt afturvendandi tiltak, ið bert kann útbyggjast og mennast, sigur Jógvan Andrias, og leggur afturat, at endaliga skráin verður kunngjørd skjótast til ber.










