Summartíð: Tú sparir so at siga ongan streym

Sjálvt um kvøldini gerast ljósari við summartíð, so broytir tað ikki longur streymnýsluna hjá einum miðalhúski.

Sjálvt um kvøldini gerast ljósari við summartíð, so broytir tað ikki longur streymnýsluna hjá einum miðalhúski.

 

Tað skrivar DR sambært Ritzau.

 

Í dag er summartíð, og í nátt hava vit flutt klokkuna ein tíma fram. Men tað er trupult at síggja, hvussu nógv vit í veruleikanum spara av teirri ørsk, siga orkufeløg.

 

Tá summartíðin varð sett í gildi í 1980 var tað millum annað fyri at gera okkum dælt av ljósu summarkvøldunum og at spara streymnýtslu.

 

Men í dag er sparingin hjá einum miðalhúski millum 0 og 20 krónur um árið, er metingin.

 

– Miðalhúskið brúkar minni orku til ljós, tí vit hava fingið nógv effektivari ljóskeldur so sum orkusparandi perur og LED-ljós, sigur Jacob Møller, stjóri í vesturjútska elfelanum RAH við DR P4 Midt & Vest.

 

Fyri eini tveimum árum síðani spardi miðalhúskið framvegis 90-100 krónur um árið upp á summartíð, men soleiðis er tað ikki longur.

 

– So nógv spara vit als ikki longur, sigur hann.

 

– Fyri trimum árum síðani vóru fá, sum kendu LED-ljós, men í dag hava øll húsarhald tað sum ljóskeldu. Eg giti, at vit tosa um pluss/minus 10-20 krónur um árið fyri eitt miðalhúski.

 

Síðani kemur, at nýtslan av tí, sum veruliga brúkar streym í einum húsarhaldi – matgerð og klædnavask – ikki broytst fyri tað, um vit flyta klokkuna ein tíma fram.

 

– Um vit fáa ein tíma meira ljós um kvøldið, so fáa vit tað eisini ein tíma seinni um morgunin, so tað flytur seg bara, sigur Inge Borggaard, sum er stjóri í Energi Viborg Strøm við DR P4.

 

– Vit gera tað sama í heimunum, so vit halda ikki, at tað merkir nakra sparing fyri brúkaran.