Summartónar við Aldubáruni

Í dag klokkan 16 hevur Aldubáran konsert í Norðurlandahúsinum saman við Ensemble Bern Modern Konsertin er liður í tónleikafagnaðinum Summartónar, og verður skráin á leið tann sama, sum bólkurin hevði á konsertferðini í Schweiz.

Á skránni er blásitónleikur eftir m.a. Shen, Rasmussen, Blak og Olsen. Øll verkini eru skrivað júst til hesa konsertferð, sum endar í Føroyum við konsertini í Norðurlandahúsinum í dag 28. juni kl 16.

Skúlanæmingar hava ókeypis atgongd til allar konsertirnar á Summartónum.