Frægir tónleikarar spæla í góðveðrinum í Miðlahúsinum í kvøld Í kvøld klokkan 21 skipar Summartónar fyri konsert við Leivur Thomsen Trio. Trio´in telur, umframt Leiv sjálvan á guitara, Arnold Ludvig á bassi og Rógva á Rógvu á trummum. Hesuferð hava teir fingið vitjan av
svianum Joel Wästberg, sum spælir saxofon og keyboards. Teir fara saman at spæla verk, teir sjálvir hava komponerað til høvið. Tónleikurin umfatar improvisatiónir og spennandi stemningar.
Í annaðkvøld spæla teir á Manhattan og hóskvøldið í Havnar Klubba. Umframt hesar konsertir fara teir at framføra á Copenhagen Jazzfestival 13. juli á Bryggen. Sí www.bryggen.dk