Summartíð  men onki summarveður

ì vikuskiftinum er tíðin aftur komin at flyta klokkuna ein tíma fram. Summartíð kallast tað, men veðrið í vikuskiftinum passar ikki til tí nýggju tíðina.

 Tað verður ófantaligt veður í vikuskiftinum, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur. Regn og vátakavi og hvassur vindur.
Leygardagurin verður hampuligari enn sunnudagurin. Tá er góður møguleiki fyri at mesti partur av degnum verður turrur.
Kavin fer at minka niður í næstan onki, bara uppi í fjøllinum fer hann at liggja eftir.
- Tey sum ferðast høgt kunnu rokna við eitt sindur av krapa, sigur Petur.
Hitin verður eini 5-6 hitastig um dagin og niður móti frostmarkinum um náttina.
Fyrsti partur av næstu viku verður heldur líggjari.