Summarskúli fyri útisetabørn

Komandi viku verður summarskúli fyri føroysk børn í aldrinum 4 til 12 ár, ið eru búsitandi uttanlands Á summarskúlanum verður størsti denturin lagdur á at tosa føroyskt.

Ætlanin við skeiðnum er eisini, at børn, sum búgva uttanlands, knýta vinarbond í summarskúlanum, tá hetta ofta er ein trupulleiki hjá børnum, sum bert eru heima um summarið.

Sjálv frálæran verður tillagað tí einstaka barninum, har tey yngru børnini eisini fáa møguleika at spæla.

Í føroyskum verður eisini nortið við mállæru og stavseting í frálæruni hjá teimum eldru børnunum.

Hvønn seinnapart verður farið á útferð, sum hevur okkurt samband við dagsins tema.

Dømi um tema kunnu verð spurningar sum: ?Hvaðani eru vit??, ?Hvat er øðrvísi í Føroyum enn heima hjá okkum??, ?Kópakonan? og ymiskt annað.

Á summarskúlanum fara børnini eisini útferð til eitt nú Nólsoyar, Sandágerð og á Sjósavnið

Summarskúlin verður í døgunum 21. til 25. juli á Føroya Fólkaháskúla í Havn, har útbúnir lærarar standa fyri frálæruni.