Brátt er summarið 2018 minnir. Miðlahúsið hevur tí fregnast, hvat nøkur av teimum, ið vit kenna úr almenna rúminum, hava tikist við í summar. Miðlafólk, tónleikarar og politikarar. Felags er, at summarið bjóðar frítíð, hvíld og ofta øðrvísi upplivingar. Fyrstur her á in.fo er Magni Husgaard, tónleikari, og hann greiðir soleiðis frá sínum summarið.
“Summarið hevur verið merkt av, at man hevur spælt nógv til øll tey tónleikatiltøk, ið eru summarhálvuna. Var eitt nú fyri fyrstu ferð á G!, og tað var eitt super upplivilsi. Vóru ein super túr í Malmø og Keypmannahavn, har man spældi ferðafólk saman við familjuni, og upplivdi øll tey støð, ið eru serstøk.
Hæddarpunktið var at uppliva A-ha, ið man hevur lurtað nógv eftir alt sítt lív, live í Tivoli. Annars er nógv tíð farin við at seta ymiskt í stand í húsinum. Eittnú er køkurin skiftur. Eitt serligt er eisini, at Aria skal á pall aftur fyri fyrstu ferð í 19 ár, so tað er nakað heilt serligt, ið hevur fylt nógv í summar.
Nakrar túrar á floti havi eg eisini verið, og tað eru deiligar løtur, ið mær dámar væl. At njóta friðin, og vera eitt við náttúruna er deiligt ein góðan summardag.”