Mánadagurin var ein av allafagrastu summardøgunum, sum vera kunnu í landinum.
Hóast tað onkunstaðni suðuri á landi kanska var í so skýggjað, var veðrið norðanfyri, sum vit kenna tað frá ferðafólkafaldarunum, har ikki er skýggj fyri sól.
Eftir lokið dagsverk var tí farið ein túr úr Havnini norðureftir við myndatólinum.
Ymiskt var, hvussu fólk nýttu hesa føgru summarløtuna.
Onkur sat við tráðu á bryggjukantinum. Nógv gingu við líggja og rívu. Onkur sólaði sær, meðan onnur rætt og slætt vóru lopin í ánna.
Og so øll tey, sum gingu við pensli og kusti, nú málingalíkindini vóru so frálík.
Eisini kríatúrini vóru ávirkað av veðrinum.
Neytini í Kollafirði lógu dølsk og gløddu at teimum, sum í bili fuku framvið. Gæsnar í Sundalagnum lótust ikki um vón, eins og lambið innan fyri Kálvadal bert hugsaði um at eta.
Ternan í Gøtu hevði hinvegin fingið nóg mikið, og sat bara á bryggjukantinum og gapaði.
Myndirnar her á síðunum eru bert nakrar av teimum mongu, tiknar vórðu á túrinum.