Summarkonsert í Skála kirkju

Kristi Himmalsferðardag hevur Eystankórið summarkonsert í Skála kirkju

Eystankórið hevur Kristi Himmalsferðardag summarkonsert við fjølbroyttari skrá undir leiðslu av Símun Nónklett. Framførdir verða føroyskir, danskir, svenskir og amerikanskir sangir. Harumframt verða eisini verkini The Lost Cord av Arthur Sullivan og Ave Verum av Franz Liszt framførd.

Við orglið situr Jensina Simonsen og floytufylgispæl hava Bodil Simonsen og Fríðhild Hansen. Konsertin verður kl. 16 í Skála kirkju.eini grein í Sosialinum í 1998, um slíka skriving, sum hana hjá Dan: ".. at kjakið tá verður óreint og ósakligt, og tá verður roynt at fremja sína politisku søk við at dálka mótstøðumannin heldur enn at viðgera málið, sakina"

Lítið man verða at ivast í, at tað krevst at verða vítt til veggja í Javnaðarflokkinum. Mær tykir tað tó verða so vítt, at tit neyvan vita av hvørøðrum. Annars er stuttligt, at tit hava havt eina tillagingartíð uppá 28 ár, frá tí tit vunnu tykkum javnaðarfrelsuna, til tit alment komu úr skápinum.

Tað sigst at verða fáur, sum upplivdu fundirnar í Keypmannahavn fyri tjúgu - tredivu árum síðan, sum høvdu væntað at sæð Hans Paula, Rolf og Virgar D. fara hond í hond inn í nýggju øldina.


Manne Persson

----------------------------


Hin illgrunasami Bjørn á Heygum

Hvat vil hesin Bjørn?

Jú, illgrunin er tann, at Bjørn vil ikki hava nakra kanning av Signari á Brúnni. Tí vil hann frá síðulinjuni forpurra málið, nú ein kanningarstjóri er settur. Ein heilt ótrúligur frekleiki.

Hann, Bjørn, ætlar at seta teir 13 tingmenninar upp á pláss, sum hava undirskrivað at ein kanning skal setast í verk.

Hetta kemur frá einum persóni, sum er uttan fyri tingsins gátt.

Soleiðis arbeiðir, um eg so má siga, faðirin at nýggju stýrisskipanarlógini. At fólk uttan fyri tingið skulu hava størri vald enn tey fólkavaldu umboðini á tingi. - Eg meini tað.


Dia Ellindsson,

tjóðveldismaður,

Runavík