Vestmanna Kirkjukór framførir, og solosangur verður at hoyra frá Bergtóra Bjarkhamar og Biritu Poulsen.
Hetta er millum annað tað, sum er á skránni á summarkonsertini í Vestmanna kirkju í kvøld klokkan 18.
Skráin fyri tiltakið er fjølbroytt, eitt nú verður brot úr týskari messu at hoyra, har Bergtórur Bjarkhamar hevur solorødd.
Fjøldin fær eisini møguleika at hoyra ungu sangarinnuna, Biritu Poulsen, framføra, eins og upplestur og felagssangur verður á skránni.
Konsertin í kvøld verður hildin í samband við, at Vestmanna Kirkjukór í juli fer á konsertferð til Íslands.
- Øll eru hjartaliga vælkomin, verður sagt úr Vestmanna í dag.










