Líkt er til, at várið og summarið í Føroyum og um meginpartin av Evropa, verður heitari enn vanligt.
Tað eru langtíðarforsagnirnar hjá amerikanska veðurgranskingarstovninum IRI, sum benda á, at eitt heitt summar er okkum í væntu.
So gott sum alt Evropa fer at uppliva hægri hita enn vanligt í summar.
Fyri mánaðirnar mars, apríl og mai, sigur amerikanska granskingarstovan, at sannlíkindini fyri, at tað verður heitari enn vanligt her í Føroyum er 81 prosent.
Sannlíkindini fyri einum heitari summari enn vant er eitt vet lægri, 60 prosent.
Tað eru tríggir faktorar, ið gera, at tað verður so heitt í summar.
Tann eini er El Nino, sum í løtuni ger um seg í Stillahavinum, eitt eru veðurlagsbroytingarnar og tað triðja er, at hitin í norðuratlantshavi er yvir miðal í løtuni. Tað, at havið er heitari, ger at tað verður heitari í luftini eisini.