Á skránni verður millum annað undirhald, grill, felagssangur, hugleiðing og dansur. Byrjað verður kl. 17. og hildið verður áfram út á náttina.
Hetta er fyrstu ferð at eitt tílíkt tiltak verður hildið í bygdini. Tað er nevndin fyri ítróttarfelagið í bygdini, sum hevur tikið stig til tiltakið.
Ætlanin er at summartiltakið skal verða afturvendandi, og bygdarfólkið vónar tí, at nógv fólk kemur á vitjan í Oyndarfirði hendan dagin.










