Summarfrítíðin liðug hjá kvinnunum

Eftir steðg í tveir mánaðir verður í morgin farið undir aftur landskappingina í kvinnudeildini

19. juni var tólvta umfar í kvinnukappingini í fótbólti. Í morgin verður trettanda umfar. At tað hevur verið steðgur í knappliga tveir mánaðir kemst umframt av summarfrítíðini av, at  landsliðið fyri viku síðani luttók í Baltic Cup, har tað gekk so mikið væl, at Føroyar vunnu kappingina í Riga frammanfyri øll tey trý baltisku londini.

 

Støðutalvan sigur, at tað í morgin er talan um tríggjar greiðar favorittar. KÍ og EBS/Skála, sum kappast um FM heitið hitta ávikavíst ÍF/Víking á heimavølli og HB á útivølli, og B36 fær vitjan av B68, sum eftir tólv umfør ikki enn hevur vunnið fulla úrtøku.

 

KÍ-ÍF/Víkingur: Stephan Petursson kl. 12.30

HB-EBS/Skála: Kristian Oskar Henriksen kl. 12.00

B36-B68: Oda Andreasen kl. 17.30

 

Støðan

http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=67