Summarfimleikurin byrjar mikudagin 18.apríl. Vant verður í høllini á Stórheyggi. Kostnaður er 20 kr. fyri hvørja ferð og goldið verður við uppmøting.
Kvinnur kunnu venja tvær ferðir um vikuna mánakvøld og mikukvøld, kl. 18-19. Venjingin hjá kvinnunum eitur KOM Í FORM, sum umfatar allan vanligan fimleik, styrki, konditión og strekk.
Menninir venja eina ferð um vikuna, mikukvøld frá kl. 19-20. Venjingin hjá monnunum eitur VØDDATRIMMARIN har dentur verður lagdur á styrki, konditión og strekk. Tað er ikki neyðugt at hava gjørt fimleik fyrr.










