Eg skal tó ikki gera meg serkønan á økinum, men skal bert gera nakrar viðmerkingar. Lat okkum sláa fast, at summardekk eru best á bæði turrum og vátum asfalti ? eingin ivi um tað! Tað er heldur eingin ivi um, at á ísi eru píkadekk nógv best. Lamelldekk eru eitt kompromis ímillum summardekk og píkadekk, sum hava nakrar av eginleikunum hjá hinum báðum dekkunum, men ikki allar!
Treytin fyri at koma fram í øllum góðum í bili er umhugsni og ansni í ferðsluni. Men serliga um veturin eru avleiðingarnar av mistøkum hesum viðvíkjandi kostnaðarmiklar, likamliga og materielt. Og tá so er, er tað jú ofta líkamikið, hvat slag av dekkum eru undir bilinum. Hugsa um, at hvørt dekkið bert er sum ein hondflata til støddar, har tað hevur samband við vegin. Tað sigur seg sjálvt, at hetta ikki er nógv, og viðhvørt er hetta ikki nóg mikið í hálku, tá ferðin eisini ávirkar negativt, og sostatt økir um vandan fyri mistøkum, serliga tá ein bilur vigar eitt tons ella meira.
Tað er heldur ikki líkamikið, hvørji hjól ein bilur trekkjur við í hálku, framman ella aftan. Speedar ein ov nógv upp við einum framhjólstrektum bili, hendir bert tað, at hann spolar. Men ger ein tað sama við einum bakhjólstrektum bili, er tað ikki so einfalt, tí tá kann tað henda, at »reyvin yvirhálar gronina«, og tað er als ikki spennandi, men harafturímóti sera vandamikið!
Tað er gamalt at siga, at tað er »eggið undir høgra fóti«, sum avger, hvussu atburður í ferðsluni eydnast. Um ein altíð traðkar á bremsu- ella speedarapedalina, eins og eitt egg liggur millum fót og pedal, so kann tað ikki ganga heilt galið í hálku. Tá ein arbeiðir so mjúkt og bleytt sum tilber við bilinum, forðar hetta samstundis fyri, at hesin glíður, tá ein antin bremsar ella fer avstað. Tað er soleiðis ikki altíð dekkið, sum avger munin, men heldur atburðurin undir ymiskum umstøðum.
Hvussu nógvar dagar árliga hevur ein veruliga tørv á serligum vetrardekkum? Hóast veðrið er sera skiftandi og svikaligt, er tað neyvan hálka í meira enn í meðal 30-40 dagar allan veturin og ofta er tað bert hált um morgunin og so aftur um kvøldið, meðan tátt er um dagin.
Hvørji dekk fólk skulu koyra við um veturin, eri eg ikki førur fyri at avgera. Frægast man vera, at lata ein og hvønn ráða sær eftir samvitsku og egnum royndum. Men kanska áttu dekksølurnar at kunna enn betur um tey ymisku dekksløgini ? fyrimunir og vansar. Teir veita sjálvandi tað slagið, kundin ynskir, men helst uttan at spyrja nóg gjølla um, hvar og hvat tørvurin í veruleikanum er. Kundin veit tað kanska ikki, og kennir bert eitt ávíst dekk ? tí tað slagið hevur grannin! Lat okkum hyggja at teimum ymisku dekksløgunum.
Summardekk: Hesi geva best samband við vegin undir øllum vanligum umstøðum, men eru ikki eins góð til hálku. Tey hava harðari gummi, sum gevur bestu koyrieginleikar og tey hava nógv stytst bremsulongd. So leingin eingin kavi ella ísur er á vegnum, eru hesi klárt nummar eitt. Tað verður tó sagt um summardekk, at tey ikki eru góð í kulda niðan fyri 7 stig selsius, men hetta tykist ikki at hava hald í veruleikanum. Ein vansi er við breiðum summardekkum, at tey eru ónýtilig og vandamikil í hálku. Tey eru gjørd júst til nógva ferð á motorvegum einki annað!
Heilárdekk: Hesi eru heilt grovmynstrað dekk, sum kunnu brúkast bæði summar og vetur, harav navnið. Tey roynast best í kava, men geva helst ikki eins góðar eginleikar sum píkadekk og lamelldekk í hálku. Tey nøkta tí neyvan allan tørv til vetrarkoyring ? men møguliga fari eg skeivur?
Píkadekk: Hesi eru nógv tey bestu dekkini á ísi og hálku, og tey eru eisini góð í kava, men tey eru at kalla vandamikil á vanligum turrum ella vátum vegi, tí tá hava tey eina bremsulongd uppá kanska tað dupulta av summardekkum og vegsambandið er lítið og einki ? tað eru næsta bert píkarnir, sum nerta vegin! Píkadekk eru tí als ikki egnað til koyring við nógvari ferð, tí tá eru tey sera ótrygg. Píkadekk geva ofta eina falska trygd hjá fólki, sum ikki eru nóg køn í hálkukoyring! Hugburðurin tykist at vera, at tá ein hevur píkadekk, so kann ein koyra sum einum lystir, men hetta samsvarar als ikki við veruleikan! Eisini slíta píkarnir tað kostnaðarmikla asfaltið órímiliga nógv, samstundis sum tað gerst eitt øgiligt svínarí á øllum vegum. Ein vansi, sum vit øll líða undir og gjalda fyri!
Lamelldekk: Tey eru eitt millumting ímillum summardekk og píkadekk. Tey eru serliga gjørd til turran og vátan kava, og tey eru eisini rímuliga góð á ísi ? men ikki eins góð og píka-dekk! Tey eru góð til bæði turt og vátt asfalt, men eru av bleytari gummi, sum ávirkar, at tey ikki hava eins góðar koyrieginleikar ella eins stutta bremsilongd sum summardekk í slíkum føri ? men tey hava tó nógv stytri bremsilongd enn píkadekk! Ein annar fyrimunur er eisini, at tey ikki geva nógv óljóð! Vigar ein fyrimunir og vansar við lamelldekkum mótvegis hinum dekkunum, er tað greitt, at lamelldekkið er eitt sera gott alternativ. Tað klárar ikki alt, men næstan!
Viðmerkjast kann, at eg havi havt bil í næstan 30 ár, men ongantíð píkadekk. Bilurin er altíð vælskøddur við lamelldekkum um veturin, og hetta slagið havi eg brúkt í eini 20 ár. Tey hava tænt mær trygt og væl, og tey hava allar teir eginleikar, mær tørvar. Eg havi annars koyrt nógv við arbeiðsbilum við píkadekkum, men havi ongantíð dámt tey eins væl og lamelldekk.
Til mín tørv eru píkadekk sostatt óneyðug ? um veturin er mesta koyringin í Havn ? sjálvt um tað kann vera trupult at sleppa niðan á Ternurygg í ringum kavaveðri, til dømis. Men eg skal viðganga, at viðhvørt høvdu píkadekk verið betri, serliga tá hált er sum á kalvabaki, samstundis sum ferðslan tá oftast gerst kaotisk og støðan tí hættislig. Men samanumtikið er ongin orsøk til at brúka píkar til býkoyring í Havn, sum tað verður alt ov nógv gjørt av, og fyri at tálma óneyðuga nýtslu av hesum, eiga myndugleikarnir at umhugsa, at áleggja okkurt avgjald fyri píkadekk.
Men skuldi eg dagliga koyrt um fjøll og skørð, hevði støðan møguliga verið ein onnur, og eg hevði tá kanska umhugsað píkadekk, hóast teir vansar, hesi hava við sær! Men mær hevði dámt hetta stak illa, og bert við ringum tannabiti at liva við ótryggleikanum og óljóðinum frá píkunum í 150 dagar, fyri trygt at vinna á ísi og hálku í aðrar 30 dagar. Tað kann tykjast meiningsleyst!
Myndugleikarnir eiga at taka sær um reiggj og skjótast gjørligt seta tørvandi hálkubreytir á stovn, har ein undir røttum umstøðum kann læra rætta nýtslu av vetrardekkum ? til frama fyri øll í vetrarferðsluni! At enda: Minst til, at »fram kemur tann, ið hóvliga fer«!