Livar Nysted hevur framt eitt óvanligt bragd, nú hann saman við øðrum hevur
róð tvørtur um Atlantshavið, og fríggjakvøldið verður hann heiðraður á
Summar Festivalinum.
Livar Nysted var ein av fýra monnum umborð á Artemis Investments bátinum,
sum róðu úr USA til Bretlands í summar. Bara tað at vinna fram var eitt
stórt bragd í sær sjálvum, men Livar og teir settu eisini nýtt heimsmet á
teininum.
Leygardagin var móttøka fyri Livari og hinum á Silleyoyggjunum, og
hóskvøldið kemur Livar so aftur til Føroya. Tá verður fyrst móttøka á
flogvøllinum og seinni um kvøldið í Hvannasundi, har Livar býr.
Fríggjakvøldið tekur Summar Festivalurin ímóti lokalu hetjuni. Hetta verður
á stóra palli beint fyri at Shubidua skulu spæla. Summar Festivalurin vil
við hesum heiðra Livar fyri framúr avrikið, sum hann hevur framt.