Summar Festivalurin ger eina broyting

Signar í Homrum spælir seinnapartin leygardagin í staðin fyri um náttina


Summar Festivalurin hevur havt framúr gott veður í tveir dagar, og tað verður eisini gott veður leygardagin. Veðurstovurnar rokna tó við nógvum regni og nakað av vindi eftir midnátt, og tí hevur Summar Festivalurin gjørt eina broyting í skránni fyri leygardagin.

 

Signar Homrum, sum skuldi spæla á Vágsbøi kl 02:00, fer at spæla kl 16:00 ístaðin. Lagt verður tí upp til eina hugnaliga seinnapartskonsert á Vágsbøi, har Signar og hansara menn fara at spæla tey kendu hittini og spildurnýggja sangin, ið Signar gav út fyrr í vikuni.

 

Annars verða allar aðrar tíðir í skránni hildnar.