Summar Festivalurin afturrindar øll atgongumerki

Øll atgongumerki, sum eru keypt til Summar Festivalin 2020 og 2021, verða strikað og endurrindað.

Mynd: Summar Festivalurin.

- Øll atgongumerki, sum eru keypt til Summar Festivalin 2020 og 2021, verða strikað og endurrindað. Tey, sum hava keypt atgongumerki í netsøluni, skulu einki gera. Hesi atgongumerki verða av sær sjálvum afturrindað til gjaldskortið, sum varð brúkt til at keypa við.

 

Hesum boðar Summar Festivalurin frá á sínum Facebook-vanga í dag.

 

- Tey, sum hava keypt atgongumerki í Telebúðum, skulu senda atgongumerki í posti til Summar Festivalin. Atgongumerki skulu leggjast í brævbjálvan saman við navni og kontonummari, har upphæddin skal flytast til. Pengarnir verða afturrindaðir, tá landið hevur goldið festivalunum stuðul.

 

Á Facebook-vanganum hjá Summar Festivalinum verður nærri greitt frá, hvussu gerast skal fyri at fáa pengarnar fyri atgongumerkini aftur. 

 

- Hevur tú eitt atgongumerki, sum er keypt online, skalt tú einki gera. Hesi atgongumerki verða av sær sjálvum afturrindað til gjaldskortið, sum varð brúkt til at keypa við. Hetta er eisini galdandi fyri pláss til húsvognar. Telebúðir hava selt pappíratgongumerki. Hesi atgongumerki skulu sendast til Summar Festivalin. 

 

Lagt verður aftrat, at seinasta freist lata atgongumerki inn er hin 31. desember 2021.

 

 

Mynd: Summar Festivalurin.