Summar á Summar Festivalinum

Leygardagin fer regnið helst at arga, men annars tykjast veðurgudarnir vera í parti við Summar Festivalinum

Meira enn ta einu ferðina hevur Summar Festivalurin verið offur fyri óstórtligum veðurgudum. Men soleiðis tykist ikki verða í ár.

 

Sambært forsøgnunum hjá norsku veðurstovuni, yr.no, verður turt og nakað av sól bæði hós- og fríggjadagin. Leygardagin kann roknast við regni, men eru forsagnirnar eftirfarandi, verður hetta bara um dagin, meðan tað aftur verður turt um kvøldið.

 

Vindmegin teir tríggjar dagarnir, sum festivalurin verður hildin, verður ikki tann stóra. Einar 5-10 metrar um sekundið.