Sumbingar útbyggja skúlan

Lítið og einki er gjørt við skúlan í Sumba, síðani hann varð bygdur í 1965, men nú verður skúlin nútímansgjørdur og bygt verður uppí eystureftir

Skúlin í Sumba verður nú útbygdur. Í vikuni varð farið undir arbeiðið. Bygt verður uppí eystureftir og verður nýggi bygningurin 372 fermetar. Har verða serstovur og onnur høli. T.d. fáa sumbingar nú bókasavn, skúlakøk, høli til serundirvísing og eini 80 fermetrar verða eitt slag av samkomuhøll og fimleikarhøll.
- Teldurúm og evning og smíð verða eisini í nýggju hølunum, sum verða í trimum hæddum, sigur Arnfinnur Bjarkhamar, fyrstilærari.
Gamli skúlabygningurin verður eisini umbygdur og umvældur. Har verða skúlastovur og Arnfinnur Bjarkhamar fegnast um at fáa skrivstovu til skúlaumsitingina. Kommunan er nevniliga nærum komin á mál við at innrætta gomlu fiskahúsini til kommunuskrivstovu. Kommunan hevur annars hildið til í skúlanum.
- Skúlin í Sumba er bygdur í 1965 og lítið og einki er gjørt við hann síðani, men krøvini eru stór í dag, so byggiarbeiðið er kærkomið, sigur Arnfinnur Bjarkhamar.
Fleiri ætlanir
Sum nú er fara børnini í Sumba til Vágs at hava fimleik og at svimja.
- Tosað hevur verið um at fara undir eina høll oman fyri skúlan, men hetta eru ætlanir, sum helst liggja longur frammi í tíðini, sigur Arnfinnur Bjarkhamar, sum leggur afturat, at møguliga verður eisini talan um, at tannlæknin fram yvir fær umstøður, so hann kemur suður til Sumbiar at vitja.
Útbyggingarætlaninar fyri skúlan í Sumba eru mettar at kosta einar 10 milliónir krónur. Hetta er við MVG og ætlanir eru ikki um at taka lán. Sumbingar ætla, at skúlin skal standa liðugt útbygdur og umvældur í 2005.
Tá nýggja lonin er komin, verður skúlagongdin ætlandi har, meðan arbeitt verður uppá gamla skúlabygningin. Tað er Jóanes við Ósagarð, byggimeistari, sum ger jørð- og betongarbeiðið, meðan ein fyritøka á Tvøroyri skal taka sær av restini av arbeiðinum við skúlanum í Sumba.