Fríggjakvøldið savnaðust 25 fólk í Sumba til tess at stovna eitt fornminnisfelag.
Endamálið við fundinum er at seta á stovn og reka eitt savn fyri fornlutir av øllum slagi, og at varðveita bygningar, bygdarløg, fiskastykki og annað sum hevur søguligan týdning fyri bygdina.
Á fundinum varð ein nevnd vald, sum skipaði seg við Eyðun Vestergaard sum formanni.
Nevndin fer til verka beinanvegin og fer at kalla saman til aðalfund sum skjótast.