Sumbingar og tvørafólk tosa víðari um samanlegging

Kommunusamanlegging

Tvøroyrar Býráð og Sumbiar Kommuna fara nú at tosa um at leggja kommunurnar saman.
Tað varð avrátt á fundi ímillum bæði kommunustýrini sunnudagin.
Herfyri samtykti bygdaráðið í Sumba at taka stig til at fáa kommunurnar í oynni lagdar saman í eina konnunu. Í tí sambandi vart fingu allar kommunurnar innbjóðing um at koma á fund at tosa um samanlegging.
Men av øllum kommnununum í Suðuroy, var tað bert Tvøroyrar Kommuna sum var sinnað at fara á fund at tosa um kommunusamanlegging.
Sunnudagin var fundur ímillum Sumbiar og Tvøroyrar Kommunu um samanlegging. Og á tí fundinum var semja um, at einasta gongda leið fyri Suðuroynna er at leggja Suðuroynna í eina kommunu.
Tvøroyrar Býráð og Sumbiar bygdaráð samtykti á fundinum at nú skal hvør kommuna sær meiri nágreiniliga viðgera spurningin um at leggja Sumbiar- og Tvøroyrar kommunu saman.
Eftir summarfrítíðina skal so málið takast uppaftur, sigur borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, í einum tíðindaskrivi.