Heiður
Sumbingar hava altíð verið tiltiknir kvøðarar. Teir hava eitt heilt sermerkt dansilag og ikki skerst burtur, at teir hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at varðveita og menna okkara ein av okkara fremsta mentanararvum, kvæðini, vísurnar og tann føroyska dansin.
Føroyingar eru teir einastu, sum hava varðveitt hendan gamla dansin og kvæðini og tað eru ikki so fáar aðrar tjóðir, sum øvunda okkum, at vit hava megnað at varðveitt hendan gamla siðaarvin og tey aggomlu kvøðini og vísurnar.
Ikki minst hava sumbingar gingið á odda at varðeitt hendan siðaarvin.
Hetta arbeiðið hevur Lions Klubburin í Suðuroy nú stuðlað og heiðrað við eini gávu.
Avgerðin um at stuðla Sumbiar Dansifelag, tók Lions klubburin í Suðuroy eftir at teir høvdu havt Lions - limir úr Íslandi á vitjan seinasta summar.
Tá dansaðu sumbingar føroyskan dans fyri teimum ógvuliga hugtiknu íslendingunum. Tað vóru eisini onkrir íslendingar, sum royndu seg uppi í og summir av teimum komu eisini rættiliga skjótt eftir lagnum og stevinum.
Gávan frá Lions í Suðuroy til Sumbiar Dansifelag varð ein sømdargáva afturfyri at teir við stuttum skotbráið fingu savna heili 30 fólk at danska fyri íslendingunum.
Samstundis var gávan ætlað sum eitt herðaklapp fyri arbeiðið at hava varðveitt hendan gamla siðaarvin.
Á lítlari samkomu á gistingarhúsinum í Øravík herfyri, handaði Lions-klubburin í Suðuroy Sumbiar Dansifelag ein kekk upp á 10.000 krónur til framhaldandi virksemið hjá felagnum.