Kommunuskattur
Nú hevur Sumbiar Kommuna fingið peningin aftur, sum Gjaldsstovan hevði afturhildið í kommunuskattinum.
Talan var um eina upphædd upp á nakrar hundrað túsund krónur, sum gjaldsstovan hevði afturhildið í kommunuskattinum hjá Sumbiar Kommunu eftir áheitan frá Landsverkfrøðinginum.
Landsverkfrøðingurin hevur asfalterað í Sumba, men kommuna vildi ikki góðtaka rokningina.
Men Landsverkfrøðingurin gevur síðani Gjaldsstovuni boð um at afturahalda pengunum, áðrenn kommunan fær skattin útgoldnan.
Og tað ger Gjaldsstovan og hevur longu afturhildið einum parti av rokningini, 200.000 krónur, eftir, hvat vit hava fingið upplýst.
Bygdaráðið í Sumba varð so misnøgt við, at Gjaldsstovan heldur pengum hjá kommununi aftur, uttan at kommunan hevur givið tilsøgn um tað, at hon bað sakførarar kanna málið.
Skal ikki vera nakar ivi
Men tá ið kommunan so ger vart við, at hon góðtekur ikki rokningina, fer Gjaldsstovan undir arbeiðið at gjalda tær aftur.
? Men tað fara ótrúliga nógvar flytingar fram ígjøgnum Gjaldsstovuna og tað verða milliardir fluttar ímillum landið og kommunurnar. Samstundis kom ferian, so tað dróg út at fáa alt í rættlag aftur, sigur Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldsstovuni.
Hann sigur, at peningurin varð bókaður Sumbiar Kommunu í farnu viku og verður fluttur kommununi nú.
Hann sigur, at tað er tann heilt greiði politikkurin hjá Gjaldsstovuni, at støða hennara má ikki verða misbrúkt, tvs, at tað má ikki verða misbrúkt, at hon er so nær skattakrónunum hjá kommununum.
? Tað vil siga, at er ivi um eitt krav, verður rokningin ikki afturhildin í kommunuskattinum. Fáa vit boð frá einum almennum stovni um at afturhalda eina upphædd í skattinum hjá eini kommunu, gera vit tað ikki, um kommunan ikki er samd í, at rokningin skal gjaldast, sigur Leif Abrahamsen.
Hann sigur kortini, at tað hevur verið siðvenja í nógv ár, at almennir stovnar biðja Gjaldsstovuna afturhalda kommunuskatt fyri rokningar og gjøld av ymsum slag, sum kommunurnar ikki hava goldið Og tað hevur Gjaldsstovan gjørt. Men er ivi um antin kommunan eigur at gjalda rokningina, verður tað ikki afturhildið, tí í slíkum førum mugu partarnir fara vanliga vegin fyri at fáa málið avgreitt, tvs, at teir mugu fara í rættin.
Í hesum føri fingu vit boð frá Landsverkfrøðinginum um at halda peningin aftur, men tá ið kommunan ger vart við, at hon góðtekur ikki kravið, verður peningurin afturgoldin.
Leif Abrahamsen sigur, at áðrenn Gjaldsstovan eftirhelt pengunum, eftirkannaði hon ikki hjá kommununi, um hon góðtók kravið.
? Men hesa mannagongd eiga vit helst at broyta, so at vit í nógv størri mun enn nú eftirkannað krøvini hjá kommununum, vit fáa. Men fyri tað er ikki sagt, at vit ikki mótrokna í kommunuskattinum fyri eina rokning, um kravið annars er rætt og kommunan eigur at gjalda, sigur Leif Abrahamsen.










