Hóast tað nú eru yvir 20 ár, síðani Sumbiartunnilin varð tikin í nýtslu, hevur hann ongantíð fingið nakra av teirri trygdarútgerð, sum aðrir tunlar hava fingið.
Men hesa seinastu tíðina hevur verið arbeitt upp á at bøta um trygdina, og fyrr í ár varð borið so í bandi, at telefonsamband er ígjøgnum tunnilin. Og Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at í dag verður enn eitt framstig, tí í dag verða ljós tendrað í tunlinum.
Seinastu tíðina hevur verið arbeitt upp á at seta eina ljósskipan upp, og í dag verður fyrsti partur av henni tikin í nýtslu. Tað merkir, at triðja hvørt ljós verður tendrað, men tey eru so mikið sterk, at tunnilin verður rættiliga væl uplýstur, hóast øll ljósini ikki eru sett til.
Henrik Old sigur, at Sumbiartunnilin skal hava sama trygdarútbúnað og ljós sum Viðareiðistunnilin hevur, og nú verður so farið undir restina, so hvørt sum fígging er til tað. Landsverk hevur áður boðað frá, at tað merkir, at Sumbiartunnilin skal hava ljós, neyðljós, trygdarskáp við telefonum, vakmyndatól, stoppljós og bummar, umframt eldsløkkjarar, og mátarum, sum máta vandamikið gass úr akførum.
Harumframt verður ein skipan sett upp, sum tryggjar beinleiðis samband við Landsverk og Alarmsentralin hjá politinum, og sum steingir tunnilin.
Sumbiartunnilin er 3.240 metrar langur, og hann er sostatt longsti tunnil á landi.










