Eisini Sumbiar kommuna bjóðar borgarum sínum betri kor næsta ár.
Sumbiar kommuna samtykti á bygdarráðsfundinum 20.november at lækka skattaprosentið við einum prosenti úr 20 niður í 19 prosent. Barnafrádrátturin verður óbroyttur 6.500 kr.
Kostnaðurin fyri barnaansing verður óbroyttur. Gjaldið fyri fyrsta barnið er 1.500 krónur og annað barni 750 krónur. Einki gjald er fyri næstu børnini.
Fíggjarætlanin hjá kommununi fyri 2016 er endaliga samtykt. Skattainntøkurnar eru mettar at verða 8.8 milliónir krónur, ið er umleið 400.000 krónur minni enn í ár.
Raksturin er mettur til 6,1 millión krónur. Harafturat koma 4,8 milliónir krónur fyri eldraøkið.
Sumbiar Kommunan hevur sett 2.7 milliónir krónur av á fíggjarætlanini fyri 2016 til millum annað at gera spillvatnsskipanina lidna og fáa hana góðkenda.
Í Lopra skulu bátabrúgvar gerast. Og spælipláss skulu gerast bæði í Lopra og Sumba.
Í 2016 skipar Sumbiar Kommuna aftur fyri ung í arbeiðið, og húsið á Krossinum skal dagførast, soleiðis at umstøðurnar at kampa gerast enn betri, sigur Sumbiar Kommuna.










