Móttøka fyri sterkasta manni í Føroyum, sumbinginum Hera Vestergaard, verður í Sumba í kvøld. Tað verður klokkan 20 í kvøld, at bygdarfólkið í Sumba fyri móttøku í gomlu dansistovuni fyri Hera Vestergaard, sum fyrr í vikuni vann heiðurin sum Føroya sterkast maður.
Tað skrivar Suðuroyarportalurin.
Røður verða hildnar, kaffi og køkur verður at fáa, og helst verður onkur nýyrktur sangur eisini sungin.










