Sum tit hava reitt

Samgonga í ringum lag
gremur seg nú hvønn ein dag
kann ei gera annað
skilir ikki hvat tað er
landastýrismaður ger
nevnd nú hevur mannað

Gránað hár og kaldasveitti
steiktir nú í egnum feitti
illa sperdir sita
at tað fór at verða so
sínum egnu Bill gav boð
áttu tit at vitað

Eitt má vera púra greitt
liggja sum tit hava reitt
um tit liggja kaldir
kenna tykkum vera snýtt
slíkt er tó at hugsa býtt
tit sjálvir jú hann valdu