Sum millum hamar og ambolt!

   

Eitt val millum pest og kolera, never mind kalla tað hvat tú vilt.
Ein frá náttúruni givin perla liggur her. Góð at heinta, nemm eisini. Men vil hon sjálv verða »heintað«? Nei! og »nemm« er hon í hvussu so er ikki. Hon veit at hon er dýrabar.
Leirvíksbygd hevur fullvæl gjørt sær greitt, at hon hevur stóran týdning í tí stóra spælinum. Takið ikki feil av henni. Tó so eitt av eyðkennum hennara er smædni. Lítllátin og ikki tey stóru armbevegilsini. Soleiðis er hon bara.
Perlan hjá okkum skal ikki verða fjald, tíansheldur ónortin, tá var hon illa farin. Vit vita at jú fleiri fáa part av henni, størri verður hon, størri verður gleðin um hana eisini. Tað vit hava nú er gott, og vit vilja so fegin geva øðrum burturav tí. Men tað, sum vit geva, skal vera gott. Sjálvkritikk hava vit, hóast alt.
Vit hava onga ætlan um at leggja snávingarstein fyri norðoyingar, hvørki so ella so. Vit duga eisini væl at síggja, at framtíðar perspektiv er í tí, sum fer fram.
Eitt oyggjaland samantvinnað við góðum samferðslukervi. Utopia? Nei, als ikki. Men ikki fyri einhvønn prís! Framgongdin hevur sín prís, tað vita vit.
Perlan hjá okkum er dýrabar, og eigur ikki einans verða gjørt upp í hvat »loysir« seg í KRÓNUM OG OYRUM. Hon skal varðveitast við so fáum skeinum sum gjørligt. Pliiiise?