Viðareiði: - Lundi er fastur táttur á okkara matarskrá, sigur Elisabeth Nybo á Viðareiði.
Síðani á vári 2003 hevur hon rikið matstovu mitt í bygdini. Her borðreiðir hon við alskyns mati, og serliga tí bjargafuglinum, sum eigur í so stórum tali í Ennibergi.
Hóast matarskráin er fjølbroytt, er ikki frítt, at bæði føroyingar og útlendingar serliga hava fingið smakkin fyri hesum serstaka rættinum – lundanum.
- Tað frættist eisini í útlondum at vit hava lundar. So seint sum í gjárkvøldið var eitt danskt par her og vildi hava lunda. Tey høvdu hoyrt frá vinfólki um henda serføroyska rættin og vildu nú royna hann sjálvi, sigur Elisabeth Nybo við Sosialin.
Umframt matstovuna er eisini ein kiosk knýtt at matstovuni, eins og møguleiki er at keypa handalig arbeiði úr Føroyum.
Altíð ein bringa
Tosar ein við menn á Viðareiði og á øðrum lundaplássum, er greitt, at lundaárini eru rættiliga ymisk.
Summi ár er nógvur lundi at síggja og fáa, meðan onnur ár er lítið og einki at fáa. Í ár bendir alt á, at hetta verður eitt gott lundaár.
Men Elisabeth ger kortini alt hon er ment fyri at keypa so mikið inn undir seg á hvørjum ári, at teir svongu gestirnir altíð kunnu bíleggja sær eina lundabringu til døgurða.
- Tað kemur tó fyri, at eingin lundi er eftir, tá summarhálvan byrjar. Men so skjótt sum menn fara at fleyga, royni eg at fáa so nógvar lundar sum gjørligt.
- Beint nú fáa teir væl av lunda, so nú ræður um at liggja framvið og keypa, sigur Elisabeth Nybo.
Fuglur ella fiskur?
Føroyingar kenna sjálvandi væl til lunda, men útlendingarnir kunnu vera í iva, um hetta er fuglur ella fiskur.
Onkur teirra torir ikki at royna henda serstaka føroyska matin, og tað er ikki frítt, at tey mangan skeita yvir á tey borðini, har borðreitt verður við lundabringu. Forvitnið teirra er eyðsýnt.
Tey, sum royna lundan eru eisini í iva um smakkin. Tey flestu siga, at hetta smakkar ótrúliga væl, onnur at tað smakkar av fiski og havi, meðan uppaftur onnur siga, at smakkurin minnir meiri um steikta livur.
- Hóast eg altíð hava forbundið orðið »eksotiskt« við tað sum er sunnanfyri og ikki »det høje nord«, so er tað kortini júst hetta orðið sum fólk brúka, tá tey hava smakkað lunda.
- Men fyri tey er ein lundi tað sama sum ein eksotiskur rættur. Henda rættin vilja tey sleppa at royna, nú tey eru komin higar at ferðast. Mín uppgáva er so at borðreiða hann soleiðis, at tey koma aftur og aftur, sigur Elisabeth Nybo.
Lundar, lundar og lundar
Í Føroyum er støðan hon, at summi pláss liggja soleiðis fyri at tær eru avskornar frá møguleikanum at fleyga lunda.
Á Viðareiði hevur hesin møguleikin verið væl troyttur. Og hesin rætturin ger eisini sítt til, at matstovan hjá Elisabeth so líðandi hevur fingið ein trúfastan skara av gestum.
Summum dámar væl at fáa fisk til matna, øðrum lambasteik, men ein stórur partur av teimum koma bert við einum í huga – at fáa lunda til matna.
- Vit uppliva tað mangan, at fólk koma ár eftir ár at eta lunda. Og tað eru enntá tey, sum koma fleiri ferðir sama ár, tí teimum dámar hetta so væl, sigur Elisabeth Nybo.