Sum á Ólavsøku í Glitni

Glitnir spennir seg út, nú kvøldini geraast longur og flestu fjøllini eru gingin.

Talan er um eitt breitt úrval av bæði útlendskum og heimligum undirhaldi.

Lagt verður til brots í kvøld, tá Sámal Ravnsfjall ferð á pallin við sínum sermerkta og breiðu tónleika skrá.

Hóskvøldið er útlendsk vitjan á skránni, The Islanders spæla skotskan og írskan tónleik. Bólkurin er mannaður við Chic Mc Lean og Paul Kelly , sum eru komnir henda vegin at undirhalda við sínari skrá.

Fríggjakvøldið er country karaoke á skránni, tá er møguleikin at ?føla? seg sum eina veruliga country stjørnu. Glitnir hevur eitt sera breitt úrval av sangum og eisini country sangum.

Leygarkvøldið er fyri fyrstu ferð vælumtókti dansibólkurin SPAÐAR 5 á breddanum í Glitnir, og ferð at spæla til almennan dans frá kl.23.30

Rundað verður av sunnukvøldið tá The Islanders aftur fara á pallin í Glitni.