Sum lús millum tvær negl

Nú játtanin til inntøkutrygdina er uppi, og eingin eykajáttan er fingin enn, situr fiskimaðurin við svartaperi. Ein veiting, borgarin sambært lóg hevur rætt til, verður ikki goldin, tí landsstýrismaðurin er bangin fyri at koma í stríð við aðra yvirskipaða lóggávu

Inntøkutrygd

Neyvan nakar fiskimaður ynskir at dúva uppá inntøkutrygdina, tí tað er hon ikki nóg gevandi til. Men í eini støðu, tá fiskiskapurin er vánaligur og fiskaprísirnir lakir, er skipanin góð hjálp. Síðan kreppuna í 90-unum, tá kassin mangan var tómur og fiskimenn bíðaðu í mánaðir eftir útgjaldi vegna regulert peningatrot, hevur skipanin í stóran mun virkað væl. Men nú er aftur galið. Játtanin er langt síðan uppi, eykajáttan nústani løgd fyri Løgtingið, og einki útgjald til fiskimenn, sum frammanundan eru illa sperdir í hesum døgum.

 

Lús millum tvær negl

Leingi hevur verið greitt, at játtanin til inntøkutrygdina ikki fór at halda í ár. Kortini er umbønin um eykajáttan, sum kundi tryggja fiskimanninum rættstundis útgjald, nústani komin í Løgtingið.

Sum tíðin hevur gingið er játtanin uppi, við teirri avleiðing, at inntøkutrygdin ikki verður útgoldin, sum vanligt hevur verið og soleiðis, sum borgarin hevur rætt til at fáa hana útgoldna. Hetta er sera óheppið og setir fiskimannin í eina ringa støðu.

 

Í samband við ófráboðaðan fyrispurning á Løgtingi mikudagin 9. sept. kom fram, at landsstýrismaðurin ikki metti seg hava heimild at gjalda út peningin, tí stýrisskipanarlógin ásetir, at eingin útreiðsla má verða hildin uttan játtan fyriliggur.

 

Fiskimaðurin er sostatt komin at liggja sum lús ímillum tvær negl í hesum sera óhepna máli. Í fyrsta lagi í sínum lógarfesta rætti at fáa pening útgoldnan, og í øðrum lagi í samband við ræðsluna hjá landsstýrismanninum fyri at gjalda út, við atliti til ásetingarnar í stýrisskipanarlógini og vandanum fyri “at missa høvdið”.

 

Ein áhugaverdur løgfrøðiligur spurningur, sum sjaldan verður viðgjørdur og enn minni loystur, ofta til stóran trega fyri borgaran.

 

Løgið kortini, at lítið og einki hoyrist millum manna um trupulleikan. Øðrvísi er, tá aðrir bólkar ikki fáa tað tey eiga. Feskastu dømini eru, tá onkur “Við Múrin” ikki fekk “hýru”, ella tá tosað varð um, at onkur annar ikki skuldi fáa ta lønarhækkan honum stóð í væntu.

 

Nei, fiskimaðuri er ikki kendur fyri at gera um seg í almenninginum, men harfyri eigur hann sín rætt.

 

 

Støðan ikki haldbar

Longu nú eru fleiri fiskimenn, ið ikki hava fingið inntøkutrygdina frá tí almenna, sum teir sambært lóg hava rætt til, og sum vanligt hevur verið. Sum dagar, vikur og mánaðir ganga, verða tað fleiri, ið leggjast aftrat og upphæddirnar vaksa.

 

Landsstýrismaðurin hevur arbeitt við eykajáttan, sum nústani er løgd fyri Løgtingið. Av royndum kann sigast, at viðgerðir av eykajáttanaruppskotum á Løgtingi taka í minsta lagi vikur, tó oftast mánaðir. Tí fer rúm tíð at ganga, áðrenn nakað verður útgoldið, um landsstýrismaðurin heldur fast við støðu sína.

 

Fari tí at enda at heita á landsstýrismenninar í ávikavist fiskivinnu- og fíggjarmálum um at bera so í bandi, at fiskimaðurin sum skjótast fær peningin, hann eigur og hevur rætt til at fáa. At grava seg niður millum ásetingarnar í mótstríðandi lógarásetingum, har borgarin liggur ímillum við svartaperi, er ikki haldbar støða.