Fyri aðru ferð í fýra dagar hevur føroyska landsliðið í fótbólti verið uppi ímóti einum av europeisku risunum. Fríggjakvøldið endaði tað 0-1 á heimavølli ímóti Italia, og í kvøld var úrslitið 3-1 til serbisku stórfavorittarnar, tá ið Serbia og Føroyar spældu í Beograd.
Úrslitið var nett tað sama, sum tað var, tá ið Føroyar fyri fimtan árum síðani. 24. apríl í 1996 var úrslitið 3-1 til Jugoslavia, sum landið tá nevndist.
Málskjútti fyri fimtan árum síðani var John Petersen, sum í 2. hálvleiki minkaði um munin til 3-1. Í kvøld var tað liðformaðurin og royndasti spælarin á føroyska liðnum, liðformaðurin Fróði Benjaminsen, sum skoraði føroyska málið.
Serbia setti hol á longu í 6. minutti, og tað sá einki serligt út, tá ið heimaliðið økti um leiðsluna í 23. minutti. Merkisvert var tað, at heimaliðið kom til 2-0 leiðsluna, hóast teirra spæl var rættuliga dovisligt, og teir ikki megnaðu at spæla seg til so nógvar málmøguleikar.
Átta minuttir undan steðginum minkaðu føroyingarnir um munin. Christian Lamhauge Holst spæld snilt Fróða Benjaminsen leysan innanfyri serbisku verjuna, og liðformaðurin takkaði fyri tilboðið, tá ið hann lyfti bóltin upp um málverjan.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti Serbia um leiðsluna til 3-1, og sum tíðin leið, øktist trýstið á føroyingarnar, sum høvdu ilt við at varðveita bóltin og harvið fyri tað mesta runnu aftan á mótstøðumonnunum.
Serbia rakti tvær ferðir stólpan aftanfyri René Tórgarð, men tað eydnaðist ikki at økja um leiðsluna, og harvið endaði tað 3-1 til Serbia.
Serbia-Føroyar 3-1 (2-1)
EM undankappingardystur á FK Partizan leikvøllinum í Beograd týsdagin 6. september 2011 kl. 20.30.
1-0: Milan Jovanovi? 6.
2-0: Zoran Toi? 22.
2-1: Fróði Benjaminsen 37.
3-1: Zdravko Kuzmanovi? 69.
Dómarakvartett úr Armenia: Arman Amirkhanyan, Zaven Hovhannisyan, Erik Arevshatyan og Suren Baliyan
Serbia: 1. Bojan Jorga?evi? - 6. Branislav Ivanovi?, 20. Neven Suboti?, 4. Milan Bievac (2. Nenad Tomovi?, 45.), 11. Aleksandar Kolarov - 7. Zoran Toi?, 10. Dejan Stankovi? (15. Radosav Petrovi?, 46.), 22. Zdravko Kuzmanovi?, 14. Milan Jovanovi? - 18. Milo Ninkovi? (5. Ljubomir Fejsa, 82.), 9. Marko Panteli?
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Damir Kahriman, 8. Adem Ljaji?, 13. Jovan Damjanovi?, 21. Miralem Sulejmani
Gult kort: eingin
Venjari: Vladimir Petrovi?
Føroyar: 1. Rene Tórgarð - 2. Jónas T. Næs, 5. Atli Gregersen, 4. Rógvi Baldvinsson, 3. Jóhan Troest Davidsen - 11.Hjalgrím Elttør, 7. Fróði Benjaminsen, liðformaður, 6. Atli Danielsen, 8. Símun Samuelsen (15. Pól Jóhannus Justinussen, 73.) - 10. Jóan Símun Edmundsson, 9. Christian Lamhauge Holst (12. Christian R. Mouritsen, 78.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Meinhardt Joensen, 13. Daniel Udsen, 14. Bogi Løkin, 17. Finnur Justinussen, 18. Viljolmur Davidsen
Gult kort: Christian Lamhauge Holst, Hjalgrím Elttør
Venjari: Brian Kerr
Liðugt
3-1
Dómarin hevur lagt tveir minuttir aftrat.
3-1
90 min
3-1
Tað stendur á gomlum nøglum. Føroyingar tykjast strongdir, tí teir eru ov skjótir at sparka bóltin fram á vøllin, tá ið teir enduliga hava fingið fatur á honum. Serbar hava aftur havt bóltin á innaru síðu á stólpanum!
85 min
3-1
Fejsa er komin inn á serbiska liðið í staðin fyri Ninkovic.
Føroyingarnir halda framvegis tørn, men tað hevur verið um reppið, tí serbar hava havt bóltin á stólpanum aftanfyri René Tórgarð. Føroysku spælararnir hava síðstu løtuna ikki verið í nánd av at byggja upp.
80 min
3-1
Christian Lamhauge Holst er farin av vøllinum í hansara stað er komin Christian R. Mouritsen (78. min.).
Hjalgrím Elttør hevur sæð gult fyri at leypa ov skjótt fram úr manngarðinum, tá ið Serbia hevði fríspark.
Leikferðin hjá Serbia er ikki so høg, sum hon eina løtu var.
75 min
3-1
René Tórgarð hevur síðstu løtuna bjargað væl, og serbar hava eisini skotið við síðuna av málinum.
Ein trupulleiki er, at pøstu føroyingarnir gera fríspørk uttanfyri brotsteigin, og tað ber vandamiklar stø'ður við sær.
Pól Jóhannus Justinussen hevur í 73. minutti avloyst Símun Samuelsen.
70 min
3-1
Aftur skorar heimaliðið eftir eitt sindur av dráli í føroyska verjupartinum.
Atli Danielsen vann bóltin í fyrstu atløgu, men Kuzmanovic fekk fatur á bóltinum, og úr 22 metrum setti hann bóltin dygst inn við stólpanum.
Um gongdin verður, sum hon hevur verið síðstu løtuna, so kann tað fara at verða strevið síðstu tjúgu minuttirnar.
Heimamenninir hava bóltin fyri tað mesta, og tað ber við sær, at føroysku spælararnir fyri tað mesta renna aftan á mótstøðumonnunum. Tað er tørvur á, at okkara menn fáa fatur á bóltinum, megna at varðveita hann og harvið kunnu seta ferðina eitt sindur niður.
Fleiri føroyskir spælarar hita upp og gera seg klárar at verða skiftir inn á vøllin.
65 min
2-1
Heimamenninir royna at leggja trýst á. Teir hava eftir lítlari løtu havt trý hornaspørk, sum hava borið spentar støður við sær í føroyska brotsteiginum.
Serbar hava eisini roynt við skotum av brotsteigarmarkinum, men tað gongur ikki væl hjá teimum at raka málið.
Jóan Símun Edmundsson og Christian Lamhauge Holst, sum eru eitt sindur einsamallir frammarlaga á vøllinum, megna nógv einsamallir. Tað hevur stóran týdning-
60 min
2-1
Ferðin á serbiska spælinum er framvegis hægri, enn hon var tað í 1. hálvleiki. Keturnar hanga ikki heilt so væl saman á føroyska liðnum, sum tær gjørdu í 1. hálvleiki. Tað tykist serliga torført at fáa samband millum miðvøllin og álopið.
Eftir frísparksframlegging vann Fróði Benjaminsen bóltin til Hjalgrím Elttør, sum legði flatt innfyri. Serbar góvu horna, og eftir innleggið sendi úr góðari støðu sendi stinni miðverjin Rógvi Baldvinsson bóltin upp um málið.
55 min
2-1
Serbar tykjast vísa meiri tenn, enn teir gjørdu í 1. hálvleiki. Teir eru meiri ágangandi í nærdystunum, teir flyta seg meiri, og teir skjóta nógv oftari, enn teir gjørdu í 1. hálvleiki.
Besta føroyska møguleikan hevur Christian Lamhauge Holst havt. Hann varð spældur leysur mitt fyri, men hann sendi bóltin upp um málið.
50 min
2-1
Føroysku spælararnir fingu beinanvegin áminning um, hvat væntar, um tað ikki verður arbeitt hart og avgjørt í verjuspælinum. Atli Gregersen tøvdi, tá ið hann átti at havt sparkað burtur, og tað bar við sær, at Jovanovic varð leysur, men tíbetur sendi hann bóltin upp um málið.
Eftir horna vóru serbar aftur tætt við, men René Tórgarð bjargaði til horna, og so sendi Petrovic við síðuna av málinum.
Tá ið spælararnir nú komu aftur á vøllin, góvu áskoðararnir heimaliðnum kaldliga móttøku í øllum hitanum!
Serbia hevur fram eina útskifting. Av vøllinum er farin liðformaðurin Stankovic, og í hansara stað er komin Petrovic.
Hálvleikur
45 min
2-1
Føroyska liðið er væl upplagt. Bæði í høgru hjá Hjalgrími Elttør og í vinstru hjá Símuni Samuelsen verður roynt at spæla ígjøgnum, og tað hevur meiri enn eina ferð verið um reppið at eydnast. Brian Kerr hevur tikið Símun Samuelsen framum Pól Jóhannus Justinussen, sum var eyðsýndur ímóti Italia. Tað hevur hon gjørt í vón um, at tað skal eydnast við skjótum renningum hjá kantspælaranum í vinstru, og tað hevur næstan eydnast.
Jóan Símun Edmundsson hevur havt fína skotroynd úr 22 metrum, men bólturin fór dygst fram við málinum.
Jóan Símun hevur sæð gula kortið í 42. min.
Serbia hevur skift út. Á vøllin er komin Bisevac í staðin fyri Tomovic, og serbar hava umskipað í verjuni.
40 min
2-1: Fróði Benjaminsen 37.
Serbiska verjan ovtekur seg ikki, tá ið føroyingarnir eru framvið. Fróði Benjaminsen rann einar fimtan metrar, uttan at nakar tímdi at fylgja við honum, og tað takkaði føroyski liðformaðurin fyri, tá ið hann eftir geniala fríspæling frá Christian Lamhauge Holst sera hegnisliga tamdi við bringuni og legði bóltin framvið málverjan.
Áskoðararnir vísa sína misnøgd við sínar menn, tá ið teir bríksla eftir teimum.
Føroysku spælararnir tykjast hava fingið eyka orku, eftir at teir hava minkað um munin!
35 min.
2-0
Gongdin er tann sama, sum hon hevur verið. Síðstu løtuna hava føroysku spælararnir gjørt fleiri fríspørk, og fyri lítlari løtu síðani sást tað eftir mistak í høgra verjuborði, hvussu vandamikið tað er, tá ið mistøk verða gjørd, men tíbetur bjargaði René Tórgarð.
Serbar leggja framvegis nógv trýst á í vinstru, har Jónas Tór Næs er rættuliga einsamallur og tískil ofta verður yvirspældur. Tað er okkurt, sum ikki stemmar í uppteljingini ímóti sera skjótu heimamonnunum.
25 min.
2-0: Tosic 23.
Eftir flatt innlegg úr vinstru var tað miðvallarin í høgru, sum mitt fyri málinum sendi bóltin upp í nettakiið aftanfyri føroyska málverjan René Tórgarð. Málverjin hevur annars onga bjarging havt. Serbia hevur havt tvær skotroyndir, og teir hava skorað tvey mál!
20 min.
1-0
Síðstu fimm minuttirnar hava serbar havt fýra royndir ímóti málinum, uttan at tað hevur verið vandamikið. Hjalgrím Elttør hevur tvær ferðir verið eyðsýndur í føroyskari álopsmynding, sum hevur verið eyðkend av, at fleiri føroyiskir spælarar hava verið frammarlaga á vøllinum.
15 min
1-0
Føroyska liðið er væl skipað, og hóast Serbia sjálvandi er leikliga omaná, so er talan ikki um stórt trýst. Tað minnir ikki sørt um aðrar vitjanir á Balkan, tá ið mótstøðuliðið roynir at lokka føroyingarnar fram á vøllin fyri síðani at fara í skjótt mótálop, har føroyska liðið verður yvirspæl, men higartil hevur tað bara eydnast ta einu ferðina.
10 min.
1-0: Milan Jovanovic 6.
Eftir sera friðarliga byrjan, har føroyska liðið als ikki hevur verið undir trýsti, hevur heimaliðið lagt seg framum. Talan var um ikki serliga vandamikla støðu, tá ið bólturin varð lagdur innfyri úr vinstru og kom í stórum boga í brotsteigin. Men eftir at Atli Gregersen og René Tórgarð báðir tøvdu nakað, var tað Milan Jovanovic, sum við høvdinum stýrdi bóltin upp um føroyska málveran og í málið.
19:15 Leikararnir eru farnir av vøllinum eftir upphitingina. Tað eru yvir tjúgu hitastig og turt í veðrinum. Leikvøllurin tekur yvir 32.000 áskoðarar, men her eru ikki fleiri enn nakrir túsund komnir higartil.
18:44 Bæði Serbia og Føroyar eru uttan lyklaleikarar, tá londini bæði fara á vøllin á Partizan leikvøllinum í Beograd í kvøld. Dagsins leikari fríggjakvøldið á Tórsvølli, frísparkssnillingurin Súni Olsen, er ikki við á ferðini. Atli Danielsen tekur hansara plássi. Eisini er Gunnar Nielsen langtíðarskaddur.
Fyri Serbia eru bæði Manchester United liðskiparin, Nemanja Vidic, og Juventus vongurin, Milos Krasic, skaddir og tí heldur ikki við.
Føroyska liðið í kvøld sær soleiðis út:
Rene Tórgarð
Jónas T. Næs, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Jóhan T. Davidsen
Hjalgrím Elttør, Fróði Benjaminsen(liðsk), Atli Danielsen, Símun Samuelsen
Christian L. Holst
Jóan Símun Edmundsson
Serbiska liðið í kvøld:
Bojan Jorgacevic
Branislav Ivanovic, Neven Subotic, Milan Bisevac, Aleksandar Kolarov
Zoran Tosic, Dejan Stankovic, Zdravok Kuzmanovic, Milan Jovanovic
Milos Ninkovic
Marko Pantelic
Dysturin byrjar klokkan 19:30
Um tú vilt vita meir um søguna millum gamla Jugoslavia/Serbia og føroyska landsliðið, so kanst tú lesa og síggja um tað HER









