Sum eitt valdømi verða Føroyar miðsavnaðar sum ongantíð fyrr

Sum borgarstjóri í einum av størru býunum og økjunum úti um landið kenni eg tað sum mína skyldu at ávara okkara landspolitikarar ímóti at avtaka aldargomlu umboðan landspartanna á Føroya Løgtingi, tí tað kann við tíðini hava aðrar óhepnar avleiðingar við sær fyri tey annars so produktivu økini kring landið, at hesin so týðandi rættur verður tikin frá teimum

Inngangur – málið er ikki flokspolitiskt

Tá hetta uppskotið av fyrstum kom fram, var eg ein av teimum, sum í fyrsta umfari helt, at hetta uppskotið helst hevði fleiri fyrimunir enn vansar við sær, men eftir nærri umhugsan og eftir at málið hevur verið viðgjørt í almenna kjakinum, eri eg komin til eina heilt aðra niðurstøðu, ið er somikið avgjørd, at eg kenni tað sum neyðugt at ávara ímóti at seta tað ætlaðu valskipanina í verk – serstakliga tá ein hevur í huga tann skund, ið málið tykist at hava á Føroya Løgtingi.

Sum kunnugt er hetta málið ikki flokspolitiskt, tvs. at ymiskar meiningar eru um tað innan flestu flokkar.

Soleiðis er helst eisini í býráðnum, og tí er henda viðmerking fyri mína egnu rokning og er ikki umboðandi Klaksvíkar Býráð.

 

At missa ávirkan er at missa virði

Landspartarnir (valdømini) í Føroyum hava í mannaminni havt og hava enn í dag – meir og minni – traditión fyri at eiga eitt fólk, sum er eyðkent av skapanarhuga, dirvi og váðafýsni, ikki minst á tí vinnuliga og mentanarliga økinum.

Um okkara fólkavaldu løgtingslimir, har meirilutin framvegis í dag umboðar økini kring landið, velja at taka ein so týðandi rætt frá økjunum kring landið, sum tað er at hava umboðan í landsins lóggávuvaldi, so verður tað samstundis eitt signal til hesar landspartar, at teir ikki longur hava sama virði fyri land okkara sum áður. Tí tann, sum missur ávirkan, missur eisini tign, týdning og virði.

Slík signal fara uttan iva – serliga sum tíðin líður frá – at seta síni spor og hava sína negativu ávirkan á styrkina og sjálvsálitið kring landið ...

 

Enn sterkari sentralisering

Undirritaði er ræddur fyri, at ein slík kollveltandi umskipan av okkara frammanundan sárbæra samfelag fer at skerja menningarmøguleikarnar kring landið, tí verða Føroyar skipaðar sum eitt valdømi, verður avleiðingin ein enn sterkari sentralisering enn higartil.

Við verandi skipan fer longu fram ein áhaldandi miðsavning av stovnum og tænastum landsins – ein gongd, sum í ávísan mun verður tálmað av teimum politikarum, sum í dag eru valdir og umboða ymisk valdømi kring landið.

Verða Føroyar skipaðar sum eitt valdømi, vil tað føra við sær, at alsamt færri politikarar, búsitandi kring landið, fara at sita í løgtinginum.

Ein avleiðing av hesum verður so við og við ein enn sterkari sentraliseringstilgongd, tí royndirnar siga, at politikarar, sama í hvørjum valdømi teir eru valdir, arbeiða allir í stóran mun fyri sínum heimstaðarøki, samstundis sum teir sjálvandi hava ábyrgd yvir fyri landinum sum heild.

Eingin grund er til at halda, at henda sannroynd verður broytt, um landið verður eitt valdømið, tvørturímóti.

 

Landspartarnir skapa margfaldni

Eg síggi land mítt sum eina tjóð, sum gamaní er lítil í vavi og fólkatali, men sum kortini higartil hevur havt øll tey eyðkenni, sum ein rættilig tjóð hevur, millum annað við landspørtum, sum hava ávirkan á og týdning fyri alt samfelagið.

Verandi valskipan, har landspartar kring landið eru sjálvstøðug valdømi, er við til at tryggja hesum landspørtum ávirkan og tað góða, sum við tí fylgir.

Hetta hevur givið Føroyum eitt margfaldni, sum eg vóni, at samfelag okkara sleppur at varðveita og menna, tí økini kring land okkara hava sanniliga givið til samlaða samfelagið meira, enn tey hava tikið.

Søgan prógvar, at framburður lands og fólks okkara í stóran mun verður skaptur í kraftardeplum kring landið, har vinna, mentan og myndugleikar taka lógvatak um eitt samansjóðað avrik, sum gevur gylt, bæði til lokaløkið, men sanniliga eisini til landið alt.

 

Miðsavningin mergsýður økini

Men longu í dag – hóast vit hava fleiri valdømi kring landið – er tað ein harður og krevjandi dystur fyri hesar søguligu kraftardeplar at varðveita sínar menningarmøguleikar, tí tann máttmikla miðsavningin sýgur støðugt mergin úr økjunum kring landið og flytir stovnar, tænastur og vinnuvirksemi alsamt longur inn móti miðjuni.

Tí er – eisini á Føroya Løgtingi – framhaldandi stórur tørvur á einum virknum og miðvísum landspolitikki til frama fyri allar landspartar Føroya, og hendan kunnu vit bert varðveita við at halda fast um fleiri valdømi – til frama fyri alla tjóð og fólk okkara.

 

Landið minkar við 1 valdømi

Í stuttum kann sigast, at ein vandi er fyri, at Føroyar við einum valdømi við tíðini fara at minka, skilt á tann hátt, at øki kring landið, sum í dag eru virkin, fara at missa týdning og árin á samfelags-gongdina og av tí sama fara at vikna og í ringasta føri kanska heilt at følna.

 

Kommunurnar eina eru ikki nóg sterkar

Sum ein av høvuðs grundgevingunum fyri tí fráboðaða uppskotinum verður sagt, at løgtingið skal savna seg um at reka landspolitikk, meðan kommunurnar – sum skulu fáa fleiri málsøki løgd út at umsita – skulu reka lokalpolitikk.

Hetta ljóðar alt samalt gott, og tað ber eisini á rætta borðið at lata kommununum nøkur málsøki afturat at umsita, tí tær flestu borgaravendu uppgávurnar liggja best hjá kommunala myndugleikanum – eingin ivi um tað.

Hinvegin má tað sláast rimmarfast, at eitt broytt uppgávubýti millum land og kommunur einsamalt ikki er nóg mikið til at lívbjarga nøkrum mennandi og lívførum landspørtum kring landið. Her skal munandi meira til enn bara at lata kommununum nøkur fá málsøki afturat at umsita.

 

 

Yvirtøkur skapa fá størv afturat

Fyri tað fyrsta hevur tað higartil víst seg at ganga rættiliga striltið hjá skiftandi landsstýrum og løgtingsmanningum at fremja í verki nakra stórvegis flyting av uppgávum frá landinum til kommunurnar, tí tá samanum kemur, er mótstøðan rættiliga hørð ímóti at flyta uppgávur – og harvið eisini størv – úr miðstaðarøkinum og út til kommunurnar.

Fyri tað næsta er neyðugt at minna á, at vit her als ikki tosa um nakað stórt tal av størvum, sum koma aftur at teimum størvum, sum longu eru úti í økjunum.

Tey bæði stóru málsøkini, sum nú liggja í kortunum at flyta út til kommunurnar afturat, eru fólkaskúlin og eldraøkið. Í báðum hesum førum eru tey flestu størvini longu sum er úti um landið (lærarar, heimahjálparar v.m.), og talan verður tí bert um nøkur einstøk umsitingarlig størv afturat í økjunum at umsita hesar skipanir, tá hesi málsøki vónandi skjótt verða flutt kommununum at umsita.

Vit tosa sostatt ikki um nakran stóran lokalan vøkstur bert av hesum tiltøkum, hóast tey, sum nevnt, avgjørt bera á tað rætta borðið.

Tí er veruliga neyðugt við bæði kommunalum og landspolitiskum tiltøkum til frama fyri ALLAR landspartar í landinum, um Føroyar skulu verða varðveittar sum tann fjøltáttaða tjóð, hon í dag er.

Tí mugu valdømini varðveitast!

 

Hvat er lands- og lokal-politikkur?

At flyta ein landsstovn við áleið 20 størvum til Suðuroyar ella at flyta allar kommunulæknavaktir til Havnar?

At flyta Skipaeftirlitið til Vágar ella at niðurleggja økisskrivstovuna hjá Tolli og Skatti í Norðoyggjum?

Tað verður allar dagar ein spurningur um eyga, ið sær, sum fer at gera av, hvat tú og eg halda vera landspolitikkur ella lokalpolitikkur.

Higartil hevur tað serliga verið løgtingslimir, valdir í ella kring miðstaðarøkið, sum føra fram, at tey á løgtingi ynskja at reka landspolitikk, og tey ynskja tí at sleppa undan politikarum, sum verða valdir í ymiskum valdømum kring landið alt.

Men samstundis sum hetta verður ført fram, so kunnu vit ferð eftir ferð staðfesta, at eisini løgtingslimir í miðstaðarøkinum hugsa lokalt.

Undirritaði er tí ræddur fyri, at tað krevur nakrar lokalt valdar politikarar kring landið, um andøvingin ímóti sentralisergingini skal varðveitast.

Tí er sanniliga eisini brúk fyri landspolitiskum tiltøkum á Føroya Løgtingi til frama fyri ALT landið – eisini økini kring landið!

 

Skjótar broytingar eru óðamannaverk

Eg undrist á, at nakað so grundleggjandi sum valskipanin eftir so stuttari tíð kann gerast eitt mál, sum løgtingslimir longu nú tykjast halda tað vera klárt at avgreiða.

Kann ein so gomul og siðvand skipan avtaka seg sjálva soleiðis so brádliga í 12. tíma í einum valskeiði?

Er okkara fólkaræðisliga skipan í hesum føri veruliga so illa kjølfest í okkara stýrisskipan?

Umráðandi er her, at tey fólk, sum hava mannað stýrisskipanarnevndir og grundlógarnevndir, her eru árvakin og tala at, soleiðis at slíkar grundleggjandi broytingar ikki verða framdar so lættliga.

Ein kendur maður skal hava sagt, at tú ikki mást leypa frá eini galdandi skipan, sum hevur virkað í eitt áramál, áðrenn tú til fulnar veitst, at tað, sum tú tekur ístaðin, er betri enn tað, sum tú fert frá.

Verða valdømini nú avtikin, so koma tey neyvan nakrantíð aftur. Tí vil eg ávara ímóti at taka hesa stóru og prinsippiellu avgerð uttan gjølliga umhugsan um allar síður av málinum.

 

“Gjørd gerð fær onga vend”

Hesar reglur verða skrivaðar við tí eina endamáli, at ávara okkara háttvirdu fólkavaldu landspolitikarar ímóti at taka nakra skjóta avgerð um eina so grundleggjandi skipan sum okkara valskipan, tí kanska tað verða avleiðingar av hesi broyting, sum vit í dag í so skjótari vend ikki fáa eygu á, men sum vit kanska seinni koma at ásanna. Tá hevði verið gott, um avgerðin ikki longu var fallin – tí tá vendist ikki aftur.