? Hin 11. juni var ein stórur dagur í mínum lívi
Orðini eigur tónleikarin Bernharður Wilkinson.
Hetta seinasta hálva árið hevur hann stjórnað Føroya Symfoniorkestri.
Men tá ið hann kallar 11. juni fyri ein stóran dag í lívinum, hevði tað fyri so vítt onki við føroyskan tónleik at gera.
Men hendan dagin upplivdi Bernharður Wilkonson tað, sum bara er unt teimum fægstu tónleikarum: At stjórna einum av heimsins kendastu orkestrum.
Hendan dagin stjórnaði hann nevniliga symfoniorkestrinum í St. Pætursborg í Russlandi, sum avgjørt hoyrir til teir allar tyngstu tungvektararnar í alheims tónleikalívinum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Bernharður Wilkinson er í St. Pætursborg í tónleikaørindum.
Fyri tveimum árum síðani var hann har og stjórnaði einum øðrum orkestri, tá ið tað spældi Requiem hjá Mozart.
Annars var upprunaliga ætlanin, at Vladimir Ashkenazy skuldi stjórna symfoniorkestrinum í St Pætursborg á konsertini 11. juni, sum var partur í árligu konsertskránni hjá orkestrinum.
Men tá ið hann gav avboð, varð heitt á Bernharð Wilkinson um at taka yvir.
Hetta má sigast at vera eitt herðaklapp til orkesturleiðaran hjá Føroya Symfoniorkestri.
Sjálvur tók Bernharður Wilkinson hetta sum ein møguleika, hann avgjørt ikki kundi siga frá sær.
Og tónleikastykkið, sum var á skránni,var heldur ikki hissini.
Tónleikaverikið, sum Bernharður Wilkinson skuldi leiða symfoniorkestrið í St. Pætursborg ígjøgnum, var stórverkið, Ødipus, eftir russiska tónasmiðin, Igor Stravinsky
Og konsertsalurin var einki minni enn kendi Schostakovich-salurin, har symfoniorkestrið vanliga heldur til.
Tvey manskór, eitt úr Finnlandi og eitt úr Íslandi, sungu verkið saman við orkestrinum og hartil vóru fimm sangsolistar úr Íslandi, Litauen, Polandi og Týsklandi og ein frásøgumaður úr St. Pætursburg, við í framførsluni.
Ødipus Rex er annars ikki so ofta at hoyram hvørki í Russlandi, ella aðrastaðni í heiminum, tí tað er so krevjandi at framføra. Eitt nú er bæði brúk fyri stórum mannskóri, fimm solistum og einum frásøgumanni. Og seinast, symfoniorkestrið í St. Pætursborg framførdi verkið, varð mitt í sjeytiárunum.
Bernharður Wilkinson hevur havt eina drúgva og fjølbroytta tónleikatilveru, men hetta má avgjørt sigast at vera eitt hæddarpunkt.
Hóast navnið ljóðar útlendskt, er hann als ikki ókendur við føroysk viðurskifti. Hann er føddur og uppvaksin í Bretlandi, men hann er hálvur føroyingur og hevur verið her nógvar ferðir, bæði í tónleikaørindum og privat.
Hesi seinastu nógvu árini hevur hann búð í Íslandi, men nú er hann fluttur til Føroya, her hann m.a. stjórnar Føroya Symfoniorkestri
Sum ein dreymur
? Hetta var sum ein dreymur, sum gjørdust veruleiki, sigur Bernharður Wilkinson, tá ið vit spyrja hann, hvussu tað var at standa frammanfyri hesum frálíka og søguríka orkestri.
Orksetrið hevur spælt mong stórverk og í Schostakovich-høllini hevur hetta framúrskarandi orkestrið frumframført tey flestu av teim russisku stórverkunum eftir Tchaikovsky, Prokofiev, Stravinsky, Schostakovich og øðrum.
? Orkestrið hevur eina ríka søgu og nógvar ótrúligar framførslur á baki, og her hava teir flestu altjóða tónleikararnir og orkesturleiðararnir spælt og stjórnað.
? So ikki kann sigast annað, at eg var ikki størt eyðmjúkur, tá ið eg stóð frammanfyri hesum mæta orkestri, sigur Bernharður Wilkinson.
Hann sigur, at hetta upplivilsi gjørdist enn størri við tað, at salurin var fullsettur á sjálvari konsertini og at áhoyrararnir fagnaðu framførsluni óført
? At stjórna symfoniorkestrinum í St. Pætursborg kann samanberast við at koyra ein kombineraðan Rolls Royce og Ferrari. Tað er tann fullkomna kombinatiónin, sigur Bernharður Wilkinson.
Heimafturkomin úr Russlandi, fór hann beint til Íslands, har hann skuldi stjórna íslendska symfoniorkestrinum í sambandi við upptøku til eina fløgu. Hesar upptøkur eru júst er liðug.
Úr Íslandi gekk leiðis beinleiðis til Fraklands, har hann hevur spælt á konsert við Blásarakvintett Reykjavíkar, sum er ein bólkur, hann hevur spælt við í nógv ár.