Sum ein bumba

Oddagrein

 

Tað kom hálvavega sum ein bumba, tá tað týskvøldið frættist, at P.f. Smyril hevur bjóðað landsstýrinum at keypa eina høvuðsumvælda Norrønu fyri umleið 120 mió.kr. til suðuroyarsiglingina.


Serliga suðuroyingar - men sanniliga eisini mong norðanfjørðs - tóku tilboðið í skemti, men tá tíðindi líkasum sodnaðu, vendu fólk sær ímóti hesum møguleikanum, og í nógvar mátar er tað skilligt.


Í fleiri ár hevur verið talað um at byggja eitt nýtt skip at sigla millum Suðuroynna og Havnina. Skipið er teknað og ein eftirgerð er víst fram á stórum fundi í Suðuroy. Harafturat er skipið skræddaraseymað til hesa sigling.


Henda tanka hava fólk vant seg við. Tí er tað ógvuliga torført at koma aftur umaftur nú við eini aðrari ætlan, hóast hon kanska ber onnur perspektiv fyri hesa farleið í sær. Her verður hugsað um eina farleið umvegis Sandoynna.


Tað kemst ikki uttan um, at allastaðni verður roynt at stytta siglingarleiðir, tí tær eru dýrari í longdini. Harafturat er ómakaleysari at koyra og til ber at koma aftur og fram alt samdøgurið. Tí verða brýr reistar og undirsjóvartunnlar boraðir um firðir og sund.


Valdi samferðslumyndugleikin eina loysn við t.d. Norrønu, so er lítið at ivast í, at farið varð skjótt at fyrireika eina leið um Sandoynna við tunnli undir Skopunarfirði, samferðsluhavn á Sandi og skjóttsiglandi skipi um Suðuroyarfjørð.


Sambært tí stóru samferðslufrágreiðingini frá 1999 er henda farleið leysliga mett at kosta millum 700 og 800 krónur. Taka vit ætlanina við nýggjum skipi nú fer hon óivað upp um 400 mió.kr. Skipið er mett til 300 mió.kr. og havnaløgini til 70 mió.kr.


Her eru tveir møguleikar. So kann skiftast orð um, um tað er rætt at seta teir upp ímóti hvørjumøðrum, men møguleikarnir eru til steðar. At tey, sum sigla um Suðuroyarfjørð, vilja hava eitt nýtt og skjóttgangandi skip nú, skilja allir føroyingar, men tað er rætt, sum landsstýrismaðurin sigur, at vit skulu hyggja nøkur ár fram.


Men tað, sum er galið í hesum máli og í allari verkligari útbygging í Føroyum er, at vit viðgera ongatíð av álvara framtíðina, hvørjar og hvar útbyggingar skulu gerast. Okkum vantar heildarætlanir, sum røkka mong ár fram. Ikki bara á samferðsluøkinum, men øðrum økjum við. Samferðslufrágreiðinginvar tó eitt framstig, men tá skuldi orðaskifti verið um, hvør farleið skuldi veljast til Suðuroynna. Norrønu-ætlanin er farin. Nýtt skip verður smíðað. Annað verður ikki góðtikið ídag.