Kongligt brúdleyp
? Hetta var sum at vera mitt í einum ævintýri.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður er akkurát afturkomin av kongligum brúdleypi í Keypmannahavn.
Saman við konuni var hann boðin í brúdleyp hjá Fríðrikki krúnprinsi og Mary Donaldson
Og tað var eitt upplivilsi fyri lívið. Men tað var strævið, tí tað vardi tað mesta av einari viku.
?Eg haldi, at størsta og mest hátíðarliga upplivilsi var løtan í kurkjuni, tá ið vígslan var.
? Mær dámar sera væl kirkjutónleik og urgutónleik, og tónleikurin, vit hoyrdu í kirkjuni, var heilt fantastiskur.
Og Jóannes Eidesgaard sigur, at júst í kirkjuni og undir borðhaldinum aftaná, fekst besta prógvið um, at hóast tey kongligu eru eitt sindur omanfyri okkum onnur, eru tey ikki annað enn menniskju innast inni, tí har vístu tey akkurát somu kenslur, vit vanlig fólk vísa á einum slíkum degi, tí tað var týðiligt, at tey vóru bæði kensluborin við tárum í eyguni, men so høvdu tey eisini tey stóru smílini.
Hitti kend fólk
Jóannes Eidesgaard heldur, at tað var ógvuliga satuttligt at hitta øll hesi kendu fólkini, sum vit annars bara síggja í sjónvarpi og lesa um í bløðunum.
Í Riddarasalinum á Christiansborg sat hann til borðs saman við Konstantin, kongi og ímeðan bíðað varð eftir døgverðanum á Fredensborg, fekk hann sær eitt prát við kenda sjónleikaran, Roger Moore, sum er kendur frá fleiri filmum um James Bond.
? Hann stóð í barrini og fekk sær eitt glas av sjampanju og eg kundi ikki lata vera við at spyrja hann, um tað nú var tað rætta slagið.
Hetta fangaði Roger Moore og vit prátaðu eina løtu um leyst og fast. Hann visti væl, hvar Føroyar vóru. Hann er jú breti og hann minnist, at fyrr plagdu tey altíð at lurta eftir veðurtíðindunum úr Føroyum.
Annars var nógv bíðitíð nógva staðni, so tað beyðst gott høvi at fáa eitt prát við aðrar gestir. Og tað gjørdi løgmaður eisini. Tað bar eisini til at fáa eitt politiskt prát, hóast vit avgjørt skulu vita, hvar markið er eina løtu sum hesa.
Annars heldur hann ikki, at tað var so strangt mark fyri, hvussu ein skuldi bera seg at í sovorðnum selskapi.
?Bara tú vísur vanligan fólkaskikk, sum tú hevur lært heimanífrá, er tað ongin trupulleiki við tí. Stívari enn so, var tað ikki. Og gjørdi tú okkurt skeivt, var tað als ongin, sum tók sær tykni av tí.
Alt fólkið var við
Jóannes Eidesgaard sigur, at eitt, sum hugtók hann ógvuliga nógv, var at síggja, hvussu alt tað danska fólkið livdi við í brúdleypinum.
? Hetta var eitt hátíðarhald, sum øll tann danska tjóðin tók lut í. Sama, hvar tú ferðaðist, á hotellinum, í einum hýruvogni, ella hvar tað so var, so var prátingarevnið tað kongliga brúdleypi.
Spurningurin er so, um tað er rætt, at ganga so høgt upp í eitt kongligt brúdleyp.
Tað hevur løgmaður ongar trupulleikar við.
? Eitt kongligt brúdleyp er í veruleikanum ógvuliga meinaleyst og eg haldi, at tað er ógvuliga gott, at ein heil tjóð er til reiðar at sleppa gerandisdegnum fyri at savnast um nakað positivt og meinaleyst.
Men hevur kongshúsið nakran týdning fyri Føroyar?
?Ja, tað haldi eg. Tað eru nógvir føroyingar, sum fylgja væl við tí, sum fyriferst í danska kongshúsinum og sum eru góðir við kongshúsið. Ikki bara í tí eldra ættarliðnum, men eisini tey yngru fylgja ógvuliga væl við í tí, sum hendir.
Jóannes Eidesgaard heldur, at kongshúsið hevur eitt ógvuliga stóran, ímyndarligan týdning og tað er ein skipan, sum tey allarflestu vilja varðveita.
Men hann heldur heilt avgjørt eisini, at ein høvuðsorsøk til tað, eru tey, sum manna kongshúsið.
? Margretha Drotning hevur ómetaliga hegnisliga staðið á odda fyri kongshúsinum og hon hevur dugað sera væl at fylgt við tíðini. Samstundis eru tey í kongshúsinum borgarliga gift og sostatt er kongshúsið eisini blivið meiri folksligt.
? Tí er stendur onki kongshús í heiminum sterkari enn tað danska. Tí eru allir politiskir flokkar, uttan eindarlistin, sinnaðir at varðveita kongshúsi.
? Eisini føroyingar eru sinnaðir at varðveita kongshúsið og sjálvt tá ið fullveldisprátið var upp á tað harðasta, var ongin ivi um, at kongshúsið skuldi varðveitast, sigur løgmaður.