Súlurok á flogvøllinum

16.200 ferðandi flugu við Atlantic Airways í januar í ár, og tað er sjey prosent fleiri enn sama mánað í fjør. Eisini hevur satt súlurok verið í kundatænastuni hjá Atlantsflog seinastu dagarnar.

 

Vøksturin stavar fyrst og fremst frá, at fólk ferðast aðrastaðni enn til Keypmannahavnar, tí á hesi rutuni var ferðafólkatali á leið tað sama sum í januar í fjør.

 

Súluskipanin fer nú í søguna, og eru umleið 18.000 einvegis súlu-ferðaseðlar bílagdir seinasta árið. Fyri einum ári síðani varð boðað frá, at Atlantic Airways gevst við súluskipanini, og nú freistin er um at fara, hevur satt súlurok verið í Kundatænastuni. Freistin fyri at bíleggja súluferðaseðlar gongur út í dag.

 

Í januar varð flogið rættstundis í 84 prosentum av øllum fráferðum – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Tað er 11 prosentstig betri, sammett við sama mánað í fjør. Reglusemið var 99 prosent, skrivar Atlantsflog í tíðindaskrivi.