SUKURSJOKK – og sjóðheitur grátur

342 sukurmolar. Tað er mið alnøgdin av sukri, sum børn fáa teir tríggjar jóla­dagarnar. Úrslitið er, at børnini fáa sukursjokk, sum enda við hysterisk­um anføllum, tárum og skeldaríi. Stórir jóladøgverðar við brúnkaðum eplum og soda­vatni afturvið , umframt tað jólaliga góðgæti, karamellir, marcipan og smákøkur, gera, at jólini ikki verða merkt av friði og einglabørnum. Tvørturímóti er mangan grátur og tannagrísl.

Stóra mongdin av sukri, sum hoyrir jólunum til er ikki góð fyri børnini. Og miðalnøgdin av sukri, sum børn fáa á jólum, 342 sukurmolar, eru fleiri ferðir meiri enn tilmælini siga.
Nógva søtmetið fær blóðsukrið hjá børnunum at svinga upp og niður, og tað elvir til stór skifti ímillum ein lukkuligan sukurrús og stóra troyttheit - og harvið grenj og skeldarí.

Børnini sukur-streyka
Jólini, sum eiga at vera merkt av friði, gleði og kærleika, enda fyri mangar barnafamiljur í konfliktum og ringum lagi. Flestu kostráðgevar eru á einum máli um, at alt í verðini ov nógv sukur er ein av orsøkunum til, at idyllurin hvørvur. So set eitt sukurmark fyri børnini, um jólini skulu gerast hugnalig, ljóðar greiða ráðið.
Tað slepst tó ikki undan sukrinum í desember mánaði. Heilt frá fyrsta desember, tá sjokolátakalendarin freistar við einum punti av vamlisligari dicount-sjokolátu, áðrenn fyrsti tankin um morgunmat yvirhøvur er hugsaður, og líka inntil seinasti kransakøkubitin er svølgdur nýggjársaftan, eru sukur og søtmeti við til at mynda jólamánaðin og -hugnan. Jólabakstur, jólakonfekt, jólaborðhald, jólahugni í skúlum og á stovnum, jólahald í ítróttarfeløgum og frtíðarítrivum, umframt jóla­kalendarar og jólamenn, sum bjóða bomm. Hetta eru bert nakrir av føstu táttunum í desember, sum vit illa fáa noktað børnunum.
Men hóast mánaðurin er fullur av sukri, so vísa kanningar, at børnini tó fáa nógv størstu mongdina av sukri jólaaftan, jóladag og annan jóladag. Heilar 342 sukurmolar tilsamans, sum er alt, alt ov nógv. Og tí fara børnini í sukur-streyku og gerast tvør og ill í sær. Sukrið er kanska ikki einasta orsøkin, tí serliga jólaaftan er spenningurin eisini við til at ávirka børnini, men nógva sukrið er avgjørt við til at hála alt skeiva vegin.

Sukur-timburmenn
Børnini rinda dýrt fyri stóru mongd­irnar av sukri, bæði beint eftir at tað er etið, tá blóðsukrið koyrir upp og niður og ávirkar bæði tolið og lagið, men eisini dagin eftir. Tá hava børnini tað umleið sum vaksin hava tað, tá tey hava drukkið. Ov nógv sukur gevur nevniliga børnunum timbur­menn dagin eftir, og tey gerast sløv, troytt og í ringum lag -summi fáa eisini høvuðpínu, og tey hava ilt við at savna seg um at gera nakað, sum krevur bindindi. Tað nyttar einki av umbera við, at tað bara eru jól einaferð um árið, og at børnini tí eiga at sleppa at eta seg um rygg av søtmeti. Í fyrstu syftur verða børnini sjálvi stóru tapararnir, og tá tey streyka gongur tað við vissu út yvir restina av familjuni eisini.

Njótið við máta
Sjálvandi skulu børnini sleppa at njóta, at tað eru jól -við øllum sum hartil hoyrir. Men børnini duga ikki sjálvi at steðga aftur, og tí er neyðugt, at tey vaksnu seta mørk. Jólatíðin eigur at vera hugnalig, og tað er synd fyri allar partar, at jólini skulu oyðileggjast av ov nógvum sukri og óstýriligum børnum. Tí er týdningarmikið, at foreldrini finna eitt mark ímillum nær tað er stutt­ligt, og nær tað gerst ov nógv fyri børnini.
--------
So nógv sukur er í:

1/2 litur av sodavatni = 25 sukurmolar
Ein lógvi av konfekt = 25 sukurmolar
Ein tallerkur av mandlurísi við kirsuberjasós = 11 sukurmolar
1 stk. av sjokolátu (50 gr) = 10 sukurmolar
5 bomm (15 gr) = 3 sukurmolar
5 keks/smákøkur = 3 sukurmolar


So nógv sukur skulu vit í mesta lagi hava dagliga:

2-5 ára gomul - 14 sukurmolar
6-9 ára gomul - 21 sukurmolar
10-13 ára gomul - 26 sukurmolar
14-17 ára gomul - 31 sukurmolar
Kvinnur - 26 sukurmolar
Menn - 33 sukurmolar

Kanningin vísir, at børn í miðal fáa 342 sukurmolar teir tríggjar jóladagarnar. Tað er ikki ringt at rokna út, at tað er nógvar ferðir meiri enn ein lítil barnakroppur klárar.
--------

Góð ráð:

? Minst til at seta frukt á borðið eisini og bjóða børnunum mandarinir, appelsinir og súrepli.
? Til jólini hoyra eisini nøtur, mandlur og turkað frukt. Royn og skift nakað av sjokolátuni og søtmetinum um við nøtur.
? Tað er eingin orsøk at freista børnini við at hava søtmeti standandi frammi á øllum borðum allatíðina. Tak tað fram, tá børnini kunnu fáa sær og bein tað burtur, tá tey hava fingið nóg mikið. Lat heldur fruktina standa frammi.
? Lat vera við at hava sodavatn afturvið matinum, tí sodavatn er ein av størstu sukurbumbunum, sum er. Hav heldur vatn ella mjólk til børnini afturvið matinum.
? Syrg fyri, at tey eta seg mett í ordiligum mati, áðrenn tit fara at hugna tykkum við søtmeti. Byrja tey at eta søtt, er skjótt til, at tey ikki orka tann góða matin, og tað ger bara ilt verri við óstøðugum bloðsukri.