Í nakrar dagar hevur løgreglan kannað ferðsluna ymsastaðni í Suðuroy, men skilið var gott, tí suðuroyingar koyrdu fyrimyndarliga. Í hesum føri var talan fyri tann størsta partin um at kanna, hvussu skjótt bilar koyrdu, men úrslitið var, at eingin bilførari varð tikin fyri at koyra ov skjótt.
Annars hevur tað verið stak friðarligt í nátt. Onkuntíð eru fólk komin eitt sindur til ilnar, men tað varð ikki til meiri enn tað. Løgreglan hevur eisini verið á rundferð og kanna skeinkistøðini, men eisini har var alt eftir bókini.