Suðuroyingar fáa nú ein túr afturat mánadag

Alt nú bendir á, at ferðaætlanin hjá Smyrli verður broytt

Tað er alt, ið talar fyri, at ferðaætlanin hjá Smyrli nú verður broytt, og at hann eisini fer at sigla ein túr afturat um vikuna.

 

Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at hann hevur verið í samskifti við Strandferðsluna um at laga ferðaætlanina hjá Smyrli til, so at hon verður til enn størri gagn, bæði hjá fólki, men eisini hjá vinnulívinum í Suðuroy.

 

Hann sigur, at eftir sáttmálunum við manningarfeløgini, skulu broytingar fráboðast við ávísum freistum, og hann sigur, at broytingarnar verða almannakunngjørdar, so skjótt øll tey viðurskiftini eru fingin í rættlag.

 

Hinvegin sigur hann, at alt talar fyri, at Smyril fer at sigla ein túr afturat hvønn mikudag, soleiðis, at hann eisini fer at sigla tríggjar túrar mikudagar, akkurát, sum hann ger mánadag.

 

Hinvegin verður eisini arbeitt við at leggja ymsar fráferðir seinni á degi.

 

- Tað er ein trupulleiki fyri vinnulívið, at Smyril siglur so tíðliga úr Suðuroy hósdagar, tá ið fiskur skal avskipast við Norrønu, tí fiskavirkini noyðast at gevast at virka fisk mitt á degi, sigur Hendrik Old.

 

Tí verður roynt at broyta fráferðina úr Suðuroy seinnapart hósdag til seinni á degi, sigur hann.

 

Hann leggur afturat, at summar dagar er tað eisini ein trupulleiki fyri ferðfólk, sum koma við flogførum seinnapart, at tey lukkast akkurát ikki við Smyrli suður um kvøldið, men noyðast at gista í Havn.

 

Tí verður eisini arbeitt við at lata Smyril sigla eitt sindur seinni úr Havn, ávísar dagar.

 

- Tað er ikki so nógv, sum skal til, eitt korter, ella ein hálvur tími, ger undurverk í so máta, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum.

 

- Eg haldi, at tað hevur stóran týdning at fáa sett gongd á nakrar broytingar í ferðaætlanini hjá Smyrli, sigur Hendrik Old.

 

Hann sigur, at hvussu verður við ferðaætlanini annars, velds um, hvat Løgtingið er sinnað at játtað á fíggjarlógini hesi næstu árini.

 

Ein túrur hjá Smyril, aftur og fram ímillum Suðuroy og Havnina, kostar 1,8 milliónir, sigur landsstýrismaðurin.