- Eg skilji væl, at suðuroyingar eru misnøgdir. Tað sigur Páll H. Vesturbú, stjóri í FT Net hjá Føroya Tele. Suðuroyggin hevur internet ígjøgnum tveir kaðalar, men tað er nakað síðani at annar kaðalin fór og hann er ikki umvældur enn, Og í farnu viku fór hin kaðalin eisini, tískil er hevur internetið í Suðuroy mist næstan alt flogið. Tað hevur elvt til stóra misnøgd í Suðuroy at internetið riggar so illa, og tað kemur ikki óvart á stjóran í FT Neti. Hann ásannar, at internetið hjá suðuroyingum er nógv verri enn tað eigur at vera og tí skilir hann misnøgdina.
Við Rás2 segði Páll Vesturbú, at Føroya Tele miðjar eftir at hava tvey kaðalsambond til Suðuroyar. Men nakað síðani fór annar kaðalin og skaðin var so mikið stórur, at Føroya Tele mátti bíleggja nýggjan kaðal, men hann er ikki komin enn. Og í síðstu viku fór hin kaðalin.
- Vit hava eitt loftvegis samband at taka til, tá ið brek er á kaðalunum, men tað vísir seg, at tað nøktar ikki tørvin, sigur Páll H. Vesturbú. Hann sigur, at nú verður arbeitt fyri at bøta um loftvegis sambandi. Í tí sambandi verður eitt nýtt loftvegis samband sett upp. Gongst sum ætlað, verður tað sett upp seinast í næstu viku og tá skuldu suðuroyingar havt líka gott internet, sum teir eiga at hava. Tað tryggasta er fast samband, men vit vænta, at hetta nýggja radiosambandið fer at nøkta tørvin. Brekið, sum legði sambandi lamið í farnu viku, er slakar tveir kilometrar úr Víkarbyrgi og tann skaðin fór í illveðri. Kanningar vísa, at skaðin er helst ikki so umfatandi, og gongst sum ætlað, hevur Føroya Tele umvælt hann um nakrar vikur. Nógvir suðuroyingar halda, at teir eiga ikki at rinda fullan prís fyri eitt samband sum er so avmarkað, sum tað er nú? - Eg skilji væl, at kravið verður sett fram, tí tænastan er ikki sum hon eigur at vera, sigur Páll H. Vesturbú.
Men hann vísir á, at Føroya Tele hevur mælt til, at suðuroyingar kunnu seta seg í samband við Føroya Tele og seta seg fyri einum haldi, har ferðin er minni, tí tað er bíligari.
|